Ítróttaklumman
Komandi tvey árini skulu allar vaksnar manningar innan kappróður rógva á 1.000 metrum. Tað var týdningarmesta niðurstøðan á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum.
Tað hevur í eina tíð verið tosað nógv um, hvussu áhugin fyri kappróðrinum kann økjast, og longdin á málinum hevur í eins langa tíð verið eitt av kjakevnunum.
Eingin ivi er um, at tær ferðirnar, tá flytingin av startinum hevur argað, hevur hetta verið eitt risa irritatiónsmoment hjá bæði rógvarum og áskoðarunum. Dømir eru um, at steðgurin millum róðrar hevur verið alt í verðini ov drúgvur, og í so máta økist undirhaldsvirðið sjálvsagt, nú talan verður um ein og sama start.
Tað kann eisini økja um undirhaldsvirðið og spenningin í róðrunum, nú teinarnir verða stytri, tí sjálvandi verður munurin millum fremstu bátarnar eisini tað minni. Og kanska verður tað eisini lættari at manna størstu bátastøddirnar, nú krøvini eru linkað. Hetta skilt soleiðis, at tað sjálvandi er minni krevjandi at rógva ein heldur enn tveir kilometrar.
Um avgerðin er røtt ella ikki, kann bara tíðin vísa. Men hon er meira enn bara óheppin, tá tað er ein somikið smalur meiriluti, sum tekur avgerðina. Og tað kann viðføra eina velduga ónøgd og harav demotivering innan róðrarheimin, tá somikið stórar broytingar verða framdar á somikið tunnum grundarlag.
Tað er at vóna, at kappróðrarfólk og leiðslur øll gera sítt ítarsta, so hvørt felag og hvør bátur sær er fyri støðugari menning. Men vandin er, um tað nú sita ónøgd fólk í fleiri leiðslum og kanska bátum við. Tá verður tað so sum so við motivatiónini, og tá vildi tað verið betri, um slík kollveltandi avgerð fekk tíð at búnast meira, áðrenn hon varð framd í verki.