Søguliga hava Føroyar virkað sum ein blandingsbúskapur, tvs. á nøkrum økjum hava marknaðarkreftirnar virkað, meðan landið á øðrum økjum hevur blandað seg í búskapin og roynt at upprætthalda einari javnvág kunstiga við stuðli til vinnugreinar og fyritøkur, sum ikki bera seg búskaparliga í longdini.
Landsstýrið hevur ikki ein meira formliga bindandi vinnupolitikk og royndirnar vísa, at lands¬stýrið ikki so frægt sum fylgir tí vinnupolitikki, sum roynt varð at stápla uppá beinini fyri nøkrum árum síðani. Her verður hugsað um at halda skilna millum vinnuligt virksemi og alment virksemi, herundir at tað almenna heldur seg frá, at ábyrgdast sum eigari og tann, sum er við til at reka vinnuligar fyritøkur.
Tað er ongantíð í nýggjari tíð farin fram ein politisk uppgerð við hetta fyribrigdi sum eitur stuðul til føroyska vinnu. Tí verður nýliga partapeningur settur í Smyril Line og Atlantic Airways verður 1/3 privatiserað, vantandi privatisering av Føroya Tele og Posta, stuðul til sethúsabygging og harvið óbeinleiðis til byggivinnuna o.a. Landsstýrið, ella politiska skipanin, handlar frá sak til sak.
Búskapurin er grundaðaur á eitt netverk av stuðulsskipanum og loftingar¬politikki, sum m.a. hevur við sær, at íverksetarí og innovatión er á einum lágum støði – eisini í dygd. Vit hava royndirnar við, at næstan hvør einasti íverksetari ella fólk, sum ætlað sær í gongd við eitthvørt vinnuligt prosjekt, sum tað allar fyrsta vilja tosa við landsstýrismannin á einum øki – eitt tekin um at stuðul og politiskt lobbyarbeiði er við at taka grundarlagið undan øllum vinnuligum virksemi í Føroyum. Stuðul verður harafturat brúktur til nógv annað, eitt nú at føra útjaðarapolitikk.
Kreppuloysnir eru royndar fyrr við, at øll flakavinna á landið varð løgd til tað almenna at eiga og reka í fyrru kreppuni. Henda loysn vístu seg nógv ár eftir at gerast ein nærmast varandi loysn og privatiseringin av Fiskavirkuing kom ov seint til, at neyðugar umstillingar vórðu gjørdar til eina altjóða kappingar¬føra vinnugrein.
Føroyska fiskivinnan á sjógvi og landi er okkara høvuðsvinna og eigur tí undir vanligum umstøðum at skapa avlop ella verða lønandi. Men veruleikin er, at fiskivinnan á sjógvi og landi verður sum heild rikin við stórum halli – vegna bygnaðar¬trupul¬leikar í nógv ár, vantandi almenna stýring og nú er so eisini búskaparkreppa og rávørukreppa.
Eyðkenni fyri fiskivinnuna:
- Høvuðsvinna – meginparturin av útflutninginum
- Framleiðslurættað vinna – sera lætt at avrita framleiðsluna o.a.
- Arbeiðstung og lítið automatisera framleiðsla
- Rávøruheft – mongd í mun til tilvirkan á landi ella umborð
- Politiskt tilvildarliga stýrd
- Stór hall og vánaligt lønsemi – serliga á sjógvi
- Stórar gjaldsføristrupulleikar
- Skuldarsanering í fleiri umførum
- Yvirkapasitetur í mun til rávørutilfeingi
- Hørð kapping innlendis og altjóða.- um rávøruna og kundar.
Fiskivinnan í Føroyum líkist tí mest einum virksemi ella einari vinnu í avtøku ístaðin fyri at hon skuldi staðið í menning.
Fiskivinnan eigur at virka út frá fortreytum sum lívfrøði, búskapi og sosialum atlitum. Í løtuni virkar fiskivinnan í alt ov lítlan mun út frá lívfrøðiligum og búskaparligum fortreytum.
Vegurin úr kreppuni
Tað finnast fleiri mátar at koma burturúr kreppuni hjá fiskivinnuni.
- Automatisera alla framleiðsluna mest møguligt – minkað munandi um framleiðslukostnaðin av hesum standardvørum/massaframleiðsla
- Frítt at landa í útlandinum – ongar forðingar
- Minka og tillaga framleiðslukapasitetin til rávørutilgongdina
- Framleiða seg úr kreppuni við at Innflyta fisk – við stuðli til flutningin ella toll og síðan steðga beinvegin fiskanøgdirnar vaksa.
- Rationalisering og effektivisering alla staðni í fiskivinnuni komandi 2 árini
- Vørumenning og branding. Hvat høvdu vit sagt um sviar í dag framleiddu hestavognar úr rávøruni málmur
- Dygdarmenning.
Les eisini aðra grein í blaðnum um sama evni undir heitinum: Útseta pínuna við almennum stuðuli










