Skal tað bera til at sita á matstovu og drekka vín aftaná midnátt? Skal mann kunna njóta eina øl kl. 05 ein leygarmorgun? Kunnu vinna og brúkari fáa ágóðan av linari reglur um upplatingartíðir?
Hesir spurningarnir fara vit at venda fríggjakvøldið 23. Mars.
Framsøkin Ung skipar hetta kvøldið fyri kjakfundi, har ungmannafeløgini og politisku flokkarnar fara at skifta orð um umstøðurnar hjá skeinkistøðum at hava opið.
Skráin er hendan:
Kl. 19:50 – Hurðarnar opna
Kl. 20:00 – Kjakfundur við politisku ungmannafeløgini
Kl. 20:25 – Steðgur (Høgni Reistrup spælir)
Kl. 20:35 – Kjakfundur við politisku flokkarnir
Kl. 21:00 – liðugt
Okkurt ábit og drekka verður eisini. Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin!
Framsøkin Ung hevur í samstarv við SP/F Ó gjørt eina spurnarkanning, har ið lesandi ungdómar kring alt landið vórðu spurdir:
Um upplatingartíðirnar í Tórshavnar Kommunu vórðu endurskoðaðar, skuldu tær so veri:
1) Linari
2) Strangari
3) Veit ikki
Av teimum ungu, sum svaraðu, søgdu 56%, at tey ynsktu linari upplatingartíðir, meðan 7% ynsktu strangari upplatingartíðir. 37% søgdu seg ikki vita.