Endaliga ævinliga prógvið, tað er at vit missa forsorgarhjálpina frá m.ø. donskum forsorgarklientum. Og so siga teir, at Høgni ikki klárar at prógva at vit ikki fáa tað verri í fullveldinum.
Og hvørji eru so teirra prógv fyri, at vit í allari framtíð kunnu liva trygt forsyrgdir av dønum?
Fyri einum ári síðani førdi Jóannes (90.000) Eidesgaard ferð eftir ferð fram, at vit als onga trygd høvdu fyri »donsku hjálpini«, tí hetta var nakað, sum danska fólkatingið til eina og hvørja tíð atkvøddi um hvørt ár.
Nú er vent í holuni.
Fyrst búskaparligt sjálvbjargni. Síðani »kanska« meir tjóðskaparligt frælsi.
Vit hava nú havt heimastýrislóg (fagrasta blað í Danmarkar søgu sambært P. M. Dam) í fimti ár. Ongantíð hava vit havt so ógvusliga fíggjarkreppu sum tey síðstu 10 árini av hesum skeiði.
Prógvini hópa seg upp.
Fyrrverandi andaligi faðir sambandsins var annar maður.
Uffe Elleman Jensen segði í sambandi við baltisku loysingina: »Búskaparlig menning er treytað av politiskum frælsi!«
Politikarin Uffe kemur helst í heimssøguna við hesi perlu!
Við fullveldiskvøðu
Hanus Vang