Tað eru grundgevingarnar, ið Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantsflog, gevur Vinnumálaráðnum til, hví nevndin í felagnum keypti partabrøv frá leiðsluni fyri yvirkurs Í frágreiðingini peikar Christian Andreasen á politisku óvissuna um, hvørt størri partur av Atlantsflog verður einskildur. Nevndarformaðurin vísir á, at tá felagið varð skrásett á keypsskálanum og fyrsti triðingurin var einskildur, boðaði VMR frá, at ætlanin var at halda fram at einskilja felagið.
Millum annað út frá hesum fortreytum keypti leiðslan tilsamans 22.222 partabrøv fyri tilsamans 5,8 milliónir krónur. Men eftir at nýtt landsstýri tók við, er støðan broytt, staðfestir nevndarformaðurin, sum í frágreiðing til Bjørt Samuelsen millum annað skrivar soleiðis:
- Vinnumálaráðharrin hevur á fundi við leiðslu felagsins boðað frá, at tað er óvist, um tað í løtuni er politiskur vilji at einskilja upp til tveir triðingar av partapeningi felagsins.
14. juni boðaði leiðslan í Atlantsflog nevndini frá, at hon hevði fingið eitt keypstilboð frá einum av stóru, privatu partaeigarunum í Atlantsflog, sum vildi keypa partabrøvini frá leiðsluni fyri kurs-261.
Men tað ynskti nevndin ikki. Orsøkin var, sambært Christiani Andreasen, at spurnartekin tá møguliga kundi setast við, hvussu óheft leiðslan fór at gerast mótvegis viðkomandi partaeigara - um also leiðslan seldi sín partapening til viðkomandi íleggjara og gjørdist minnilutaeigari í keypandi felagnum.
Eftir hetta keypti Atlantsflog helvtina av øllum partabrøvunum hjá leiðsluni fyri kurs-240 - tað eru 10 prosent meira, enn partabrøvini vóru verd.