Í kvøld fer Rás2 undir eina nýggja røð við Hvonn Live sendingum. Formenn í politisku flokkunum eru gestir í sendingini, eisini verður tosað við Gunnar Hjelm, og Steintór Rasmussen og Jákup Eli hava live-framførslur.
Hetta er triðja árið, at Rás2 sendir Hvonn Live sendingar. Tað eru sendingar við samrøðum, kjaki, live-tónleiki og undirhaldi, sum verða sendar beinleiðis av Hvonn í Havn. Fólk eru vælkomin á Hvonn at lurta, og annars ber til at hoyra alt á Rás2.
Tvær vikur fyri løgtingsvalið vitja politisku floksformenninir sendingina. Prátað verður við teir um lagnuvalið, sum er fyri framman, og teir sleppa eisini at kappast í øðrvísi spurnarkapping.
Gunnar Hjelm hevur júst verið við í danmarksmeistarakapping í bodybuilding, og har stóð hann seg sera væl. Gunnar Hjelm greiðir frá, hvussu tað er at hava kropsligar upp- og niðurtúr, og hvussu tað hevur verið at stríða seg í toppform aftur.
Í næstu viku gevur Steintór Rasmussen nýggja fløgu út. Á útgávuni eru sangir um lívið, ljós og myrkur, kærleika og kenslur, Jesus, einaran og annað. Í Hvonn Live í kvøld verður prátað við Steintór um nýggju útgávuna, og hann spælir nakrar sangir av nýggju útgávuni live.
Jákup Eli Joensen hevur fingið gjøgnumbrot sum tónleikari, nú hann hittar við sanginum um Vanju, og hann syngur stóra hittið hjá sær live í sendingini.
Hvonn Live kann upplivast á Hvonn ella hoyrast á Rás2 frá kl. 19.00 í kvøld. Sendingin varðar tveir tímar.










