Tveir leygardagar á rað skipa Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi fyri
hugsjónardøgum, har flestu samfelagsøki verða tikin upp í framløgum og kjaki.
Leygardagarnar 6. og 13. mars verða tjóðveldisáhugað fólk boðin at taka lut í eini hugsjónarbráðpannu í Sjónleikarhúsinum í Havn.
-Tíðin vit liva í er merkt av hugsjónaðarloysi og einsrætting. Standardisering. Trupult er at síggja munin á politiskum flokkum, hesir eru viknaðir, og ideologiska tærið gerst lakari sum tíðin gongur, og í hesum døgum tykist tað sum, at tey flestu eru samd um onki. Politiskt vacuum er avleiðingin og úrslitið. Tørvur er á hugsjónarligari dubbing, greiðari politiskari kós og í ovurmáta er tørvur á føroyskari tjóðarbygging, siga fyrireikararnir.
Á hugsjónardøgunum verða átta fólk til staðar, ið hvør á sínum samfelagsøki fara at leggja fram síni sjónarmið um søgu, fakfelagsstríð, frælsi, fiskivinnu, almanna-og heilsumál, mentan, búskap og vinnu. Harumframt fara formenninir í Unga Tjóðveldinum og Tjóðveldinum at boða frá, hvagar politiska leiðin gongur hjá ungmannafelagnum og flokkinum.
Báðar dagarnar verður kjak á skránni. Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveldið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu økini, ið frammanundan eru varpað upp í framløgum og røðum.
Fyrra dagin ? 6. mars ? fara Hans Andrias Sølvará, Sonja J. Jógvansdóttir, Rói Patursson og Atli Gregersen at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Gunnhild Dahl Niclasen fram røðu.
Annan dagin - 13. mars - fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikkelsen, Magni Arge og Hermann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal
fram røðu.
Meira er at frætta á tjodveldi.fo.