Eyðun Mohr Viderø
Heðin Mortensen varð av sambandsfólki í Havn valdur inn í býráðið, men valkvøldið breyt hann avtaluna við floksfelagar sínar í býráðnum um komandi samgongu, tí hann hevði fingið ”tilboð” frá Javnaðar- og Tjóðveldisflokkinum um at gerast býráðsformaður í høvuðstaðnum. Tað hevði ikki verið møguligt í avtaluni við Fólkaflokkin. Og hvør hevði ikki slept hugsjónini fyri eitt so gott tilboð við tilsvarandi prestigu?
Við at fylgja við í politiska arbeiðnum, so kann neyvan vera talan um, at Heðin er ”headhunt-aður” fyri síni politisku evni, men heldur eitt taktiskt spæl hjá Javnaðar- og Tjóðveldisflokkinum fyri at skipa stjórn í býráðnum. Hetta er ikki ókent í politikki.
Heðin D. Poulsen hevur verið limur í Fólkaflokkinum, men hevur nú meldað seg úr felagi floksins í suðurstreym.
Hann hevur upplýst sambært Dimmalætting, at stevnuskrá floksins er besta skráin, men av teimum valdu verður hon ikki fylgd sambært hansara hugsan. Nágreiniliga er ikki upplýst neyvt um einstøku málini, men sagt hevur verið, at serlig ynski broytingar í jarðarlógini ikki eru í uppskotium frá landsstýrinum. Fyri mær er óvist, um hetta snýr seg um betri umstøður hjá jarðarbrúkinum, ella tað snýr seg um egináhugamál.
Eg kenni ikki mannin í politiska arbeiðinum, men Dimmalætting upplýsir, at Heðin hevur verið uppstillaður til val, men hevur fingið alt ov fáar atkvøður fyri at verða valdur.
Ivaleyst hevur Heðin evni til at greiða frá politisku ætlanini sambært góðu stevnuskrá Fólkafloksins, men hví fekk hann so ikki størri undirtøku?
Mín niðurstøða er tí, at feilurin, at Heðin ikki varð valdur, liggur ikki hjá Fólkaflokkinum, men feilurin er hjá veljarunum!
So nú kann Heðin siga við veljararnar, sum maðurin segði á sinni: Ró nú Snopprikkur!
Sambært Dimmalætting ætlar Heðin ikki at gevast í politiskum arbeiði, men nevnt var ikki hvar. Blaðið nevndi um møguleikan fyri Sjálvstýrisflokkinum.
Mong misnøgd fólk eru farin úr øðrum flokkum og í Sjálvstýrisflokkin, men uttan at nakað er spurt burturúr. Mær kemur henda flokk vera eins og ein kompostkassi. Lívrunnið tilfar verður koyrt í hann, men tað so tekur langa tíð, áðrenn hetta aftur kann verða til nyttu, at tíðin longu er farin frá hesum føðsluevnum!
Annars er at siga, at tann sum vil fram í politikki, má hava sjónligar ambitiónir, men eitt mark átti at verið fyri, hvussu illa ein vil meinsla sítt eginvirði!