Politiskir fangar verða píndir til deyða í Burma

Síðani 1988 eru minst 127 politiskir fangar píndir til deyða undir tí harðrenda hernaðarstýrinum í Burma. Fleiri lond vilja hava málið fyri ST-trygdarráðið

Tað er felagsskapurin Assi­stance Association for Political Prisoners (AAPP), sum í einari nýggjari frá­greiðing avdúkar lagnuna hjá 127 politiskum fangum í Burma ella Myanmar, sum landið eisini verður rópt. Frágreiðingin avdúkar eisini, at meiri enn eitt túsund politiskir fangar sita í fongsli og kunnu fáa somu lagnu sum tey 127.
AAPP krevur, at trygdar­ráðið hjá ST viðger støðuna í Burma, og tað verður gjørt nú. Fyri átta døgum síðani var ST-varaaðslskrivarin í politiskum viðurskiftum, Ibrahim Gambari, í Burma, har hann hitti and­støðu­leiðaran Aung San Suu Kyi, sum hevur sitið í húsavarðhaldi í 11 ár seinastu 17 árini. Verandi varðhaldsdómurin fer úr gildi í morgin, men eyg­leiðarar ivast ikki í, at hann verður longdur, so hon framvegis skal sita í húsavarðhaldi.
Síðani Gambari var í Rangoon, hava fleiri lond biðið hann greiða trygd­arráðnum frá støðuni í Burma, og tey vesturlendsku stór­veldini hava eisini hert trýstið á hernaðarstýrið. Men Kina og Russland eru ímóti, at ST-trygdarráðið skal viðgera spurningar um mannarættindi, og tí er lítið, sum bendir á, at nakað kemur burturúr har, skrivar Reuter.
 Kina roknar Burma sum ein part av sínum øki í Asia og er tí ímóti allari uppílegging, og fyrr enn Kina og hini grannalondini broyta hugsan, gerst einki, sigur leiðarin í politisku deildini hjá Amnesty Inter­national í Noregi, John Peder Egenæs, við Dags­avisen.
Píning, morð og forfylging
Í frágreiðingini hjá AAPP eru skjøl, sum prógva, at minst 127 politiskir fangar eru píndir til deyða í Burma síðani 1988. Sagt verður, at tað er rættiliga vanligt at pína fangar undir avhoyringum, og at fleiri verða send í arbeiðslegur. Í løtuni eru 1.156 politiskir fangar í landinum, og sam­bært frágreiðingini er vandi fyri, at allir verða píndir.
Ein amerikanskur felags­skapur, sum arbeiðir við viðurskiftunum í Burma, vil sambært AFP vera við, at minst 1.000 politiskir fangar eru deyðir í burmesiskum fongslum seinastu 18 árini.
AAPP vísir eisini á, at hernaðarstýrið kúgar ávísar minnilutar í landinum. Ta sein­astu tíðina hava myndug­leikarnir hert átøkini ímóti Karen-fólkinum, sum er ein av teimum størstu minni­lutunum í Burma, og sum hevur stríðst ímóti hernaðarstýrinum. Bara ta seinastu vikuna eru umleið 15.000 fólk rýmd frá húsi og heimi, skrivar AP.