Myndugleikarnir í Sýrialandi hava latið fleiri politiskar fangar leysar, men tað er ógreitt, hvussu nógvar fangar tað snýr seg um. Sambært einum sýriskum mannarættindafelagsskapi, sum heldur til í London, eru umleið 260 fangar slopnir úr Saydnaya-fongslinum. Sagt verður, at talan er um fangar, sum hava sitið meiri enn tríggjar fjórðingar av fongsulsrevsingini.
Almenna sjónvarpið sigur harafturímóti, at 70 fangar eru latnir leysir.
Andstøðan í Sýrialandi vil vera við, at tey seinastu 30 árini eru 16.000 andstøðufólk tikin og sett í fongsul, og andstøðuleiðarar hava mælt til stórar mótmælisgongur í morgin.










