Politiski veruleikin

-

Tann politiski veruleikin tann 8. januar 1999:


Í grein síni tann 8. januar í Sosialinum, ?At dusa sær í ótryggleikanum?, hevur varaløgmaður - teir seinastu dagarnar undir kreppuni í januar sum fungerandi løgmaður - eina greiða politiska støðu til spurningin um tað, sum hendi á Landsverkfrøðinginum um jóltíðir og tann týdning sum viðgerðin av hesum máli hevur fyri framtíðarútlitini í samfelagnum.

Í pettinum um ?Rættartrygd og álit?, har víst verður til fyrisitingarligu ábyrgdina hjá umsitingini og landsstýrismanninum, er niðurstøðan greið: ?Er ikki álit á hesa skipan eigur løgtingið beinanvegin at seta misálit á alt landsstýrið.?

Eftir pettið um rættartrygd og álit er eitt petti við heitinum ?Døm ikki áðrenn tú veitst?. Har verður sagt ?Trygd er nú veitt fyri, at ein fullfíggjað frágreiðing kemur um málið, og tástaðni kann metast um, hvørt nakað skeivt er farið fram, og um so er, hvør hevur ábyrgd og hvørjar avleiðingar skulu takast.?

Í pettinum um ?Hvussu finna vit semjur?? leggur varaløgmaður dent á, at ?Júst sum í framferðini á ríkisrættarliga økinum, skulu allar fyrireikingar og grundgevingar leggjast opið fram, so løgting og Føroya fólk kenna seg trygg og fáa ávirkan á gongdina.?

Í pettinum um politiskan løtuvinning vísir Høgni Hoydal til, at hetta málið er prinsippmál við orðunum: ?Tí haldi eg, at vit nú hava fingið eina semju, ið greitt setur upp, hvat hetta málið snýr seg um, og hvussu farast skal fram í hesum ítøkiliga máli og øðrum slíkum málum frameftir.? (okkara undirstriking).

Hesum politiska veruleika man løgmaður eisini hava verið samdur í, so hann setir fremstu embætisfólk síni á økinum, løgmansstjóran og deildarstjóran á starvsfólkapolitisku deildini, til at loysa uppgávuna.

Tann politiska semjan er funnin tann 5. januar 1999, og so endiliga tann 5. mai 1999, fýra mánaðar ? 80 arbeiðsdagar ? seinni, hava vit fingið eitt fimm síður langt upprit.

Tað var kanska ikki heilt óbesnissað at almannakunngera hesa frágreiðing beint eftir, at fyrisitingarligi eftirlitsmyndugleikin, løgtingið, var farið heim ? men júst starvsfólkapolitiskt og fyrisitingarliga álitisvekjandi var tað ikki.


Arbeiðshátturin:

Málið sjálvt er so gruggað til, at hóast vit helst hava ein vissan varhuga av gongdini, so er í dag trupult at skyna á ósannindi, fantasi og veruleika.

Fyri at skyna millum hesi fyribrigdi eru royndar mannagongdir, sum fylla gerandisdagin hjá einum og hvørjum dómara í demokratiska heiminum: at eggja pørtunum til at siga sína søgu sum frægast og út frá hesum at finna fram til eina mynd, sum er so nær veruleikanum, sum møguligt.

Í hesum førinum er ein onnur mannagongd roynd aftur, hóast hon í demokratiska partinum av heiminum hevur ligið í dvala síðani inkvisitiónina: at spyrja tey, sum undir málsviðgerðini høvdu formellu maktina og sum tíanverri í hesum føri vóru so óskettin at koma sær á ákærubeinkin. Hetta kann ikki vera meiningin.

Hin parturin, tann útsparkaði landsverkfrøðingurin og vit, sum enn eru á stovninum, hava als ikki verið við í prosessini. Vit eru bert ákærd. Hetta kann ikki vera ?fyri mark??


Tann ?fullfíggjaða? frágreiðingin:

Í frágreiðingini fáa vit at vita, at tað var ein undanførslutáta, tá ið grundgevingin fyri at uppsiga Henning Jacobsen var at Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingurin skuldu leggjast saman. Hetta samsvarar við pástandin hjá okkum á stovninum og er í andsøgn við pástandin hjá Vinnumálastýrinum um jóltíðir.

Vit fáa at vita um eina kladdu til eitt skriv við vurderingum hjá Henning Jacobsen um hann persónliga kanska eigur at taka avleiðingarnar av teim bygnaðarligu broytingunum, sum framdar eru.

Tey flestu okkara á stovninum vistu einki um hesa kladdu, men okkurt bendir á, at hendan kladdan ger greitt, at um ætlanin bert var at fáa Henning Jacobsen til hús, so kundi landsstýrismaðurin gjørt tað við at ringja til Henning og vísa til hesa kladduna ? so fór Henning Jacobsen helst til hús í sátt og semju og stovnurin fekk nýggjan stjóra undir nýggju skipanini.

Vit kunnu tí fáa varhugan av, at uppsagnarhátturin um jóltíðir heldur einki hevur við samstarvstrupulleikar millum Henning Jacobsen og Vinnumálastýrið at gera. Er hetta rætt, so fær tað ikki sørt ávirkan á okkara støðu á stovninum. Vit á stovninum fáa í hvussu so er í frágreiðingini at vita, at ein framtíð saman við okkum ?er vónleys?.

Tað hevur tí avgerandi týdning fyri málið, at hendan kladdan verður nærri viðgjørd og um møguligt kemur alment fram.

Tann 6. oktober 1998 hevur landsstýrismaðurin fund við Henning Jacobsen. Vit fáa at vita: ?Fundurin var um partafelag í sambandi við undirsjóvartunnilin og leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum sambandi.? Vit fáa einki at vita um, hvør hesin leiklutur var.

Hoyringar millum starvsfólkið á stovninum vildu víst, at ábendingar vóru um, at landsstýrismaðurin hevði gott álit á Henningi og at hann og stovnurin skuldu átaka sær stýringina av arbeiðinum at gera undirsjóvartunnil. Hoyringar millum starvsfólkið vildu eisini víst, at Henning nakað seinni var biðin um at vera við í nevndini fyri partafelagnum. Hoyringar vildu víst, at landsstýrismaðurin yvirfyri Henning hevði nevnt hinar limirnar, sum nú sita í nevndini, undantikið limin, sum kom inn í Henningsa stað. Hetta vóru upplýsingar í trúnaði.

Tann 2. desember 1998 fer Vinnumálastýrið undir at forfatta undanførsluna um at leggja Landsverkfrøðingin og Strandfaraskip Landsins saman í ein stovn. Einki verður sagt um grundgevingar ella hvat serligt er við júst degnum 2. desember 1998.

Vit fáa at vita, at tað er um hetta mundið, at tað verður landsstýrismanninum ?greitt, at tað verður trupult at ?treingja ígjøgnum? við HJ sum stjóra fyri Landsverkfrøðinginum?. Vit fáa onga ábending um, at tað er landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt nakað misálitisvekjandi millum 6. oktober og 2. desember.

Vit vita ikki, nær landsstýrismaðurin boðaði vinnumálastjóranum frá sínum ætlanum um hvør skuldi manna nevndina fyri tunnilsarbeiðið, og harvið avdúkaði tað álit, sum hann hevði á landsverkfrøðingin. Okkurt kundi bent á, at tað var tann 2. desember 1998 og at hesi bæði málini vóru nær knýtt.

Frágreiðingin nevnir einki um tað professionella innihaldið aftanfyri sinnistilstandir, sum verða lýstir. Hetta hóast vit um jóltíðir løgdu dent á tann partin av arbeiðsumhvørvinum. Hesin parturin kemur at ávirka okkara arbeiði, hvør tað so er sum leiðir stovnin. Vit eru eitt amboð í politiskum hondum ? og vit ætlaðu fyri vist, at vit skuldu vera eitt gott amboð.

Sum eitt slíkt amboð ørkymlar frágreiðingin okkum ikki sørt. Frágreiðingin bendir á, at ikki-arbeiðsfriðurin heldur ikki var ein persónspurningur millum aðalstjóran og fyrrverandi landsverkfrøðingin. Afturat tí eru nógvir leysir endar. Tað hevur týdning fyri okkara arbeiðsumstøður at málið verður nærri lýst.


Okkara niðurstøða:

Vit á stovninum eru í fyrsta lagi skelkaði. Havandi í huga tann politiska setning, sum lagt var út við, eru vit tó ikki í iva um, at farið verður undir eina nýggja frágreiðing eftir meira seriøsum, rættartrygdarligum leisti, soleiðis at løgtingið og Føroya fólk kunnu kenna seg trygg ? og vit.


Vegna starvsfólk á Landsverkfrrøðingsstovninum,


Signar P. Heinesen