At Javnaðarflokkurin skuldi verða við til at leggja lunnar undir ”endurføðingina” hjá tí sum einaferð bleiv nevnd fullveldissamgongan hevði eg satt at siga væntað, men at teir skulu lata seg so draga eftir hárinum og niðurgera sum teir hava hesar seinastu 8 mánaðirnir vildi eg forsvorið.
Øll sum hava fylgt leikinum hava sæð, at her er ongin samgonga, her er ongin stýring og ongin leiðsla. Hvør fuglur (les landsstýrismaður/kvinna) syngur við sínum nevi og onki - absolutt onki fær avleiðingar óansæð hvat sagt og gjørt verður.
Seinastu málini sum vit hava sæð bara verða blakað á tingborð, illa grundgivin og illa gjøgnumarbeidd, eru lógin um vinnuligan fiskiskap (kabinetmálið sum kortini ikki var eitt kabinetmál) og síðan lógin um landsjørð, sum ongin samgongulimur kendi til uttan løgmaður og landsstýrismaðurin sum eigur málið.
Ja - ein má sanniliga klóra sær í nakkanum eftir framløguna, sum var um seinna málið í tinginum í seinastu viku - her sá einoghvør at tað var púra galið.
Og so sum prikkurin yvir i’ið so hava løgmaður og varaløgmaður enn einaferð gjørt seg til láturs í eygum fólksins við at berjast um eitt skrivstovuhøli til nýggja serfrøðingin. Lásasmiðir sigast at hava gingið í pendulfart inn og út úr Tinganesi og skifta lás út, men tað sær ikki út til at rína við teir. Alt verður sligið upp í glens og bagateliserað og sjónleikurin “Sirkus Tinganes” heldur áfram fyri opnum teppi.
Ikki tí, neyvan nakar hevði væntað annað, enn at Tjóðveldið fór at draga Javnaðarflokkin eftir hárinum frá fyrsta degi.
Klípini bæði, Miðflokkurin og nú eisini Sjálvstýrarin, hava ikki tað stóra at skulu hava sagt, annað enn at verða tað reina kitt. Makka rætt, goyggja eitt sindur av og á fyri at ugga baklandið og fjølmiðlar, og so er alt sagt – teir halda, at nú stendur væl til aftur í føroyskum politikki.
Pínlig samgongumál og nevndarrokeringar og nednvarfýringar skulu helst tigast og gloymast burtur.
“Show” hava vit fingið nokk av og tað skortar ikki uppá undirhaldarar í samgonguni - men politikkur er ikki til at fáa eyga á - tað mugu sjálvt teir grammastu fullveldisveljararnir ásanna.
At veljarin fær tað sum nevnist ”politikaraleti” tað sigi eg teir ikki ringar fyri, tí tað sum fyrigongur seg á politisku arenaðini er stór skomm og niðurbrýtur alt álit á politisku skipanina .
Tað hevði verið rættast av løgmanni antin at útskrivað val ella at likviderað hesa samgonguna og
lata aðrar roynt seg.