Klokkan 11 fara politikarar, prestar og embætisfólk í skrúðgongu í kirkju, og eftir kirkjugongdina, skrúðgongdina niðan aftur og sangin undir tinghúsinum verður tingið sett. Sambært stýriskipanarlógini verður tað ólavsøkudag kl. 13 farið undir nýggja tingsetu.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fer at halda sína fyrstu løgmansrøðu. Løgmaður fer at greiða frá støðuni í landinum og at boða frá, hvørjar ætlanir samgongan og landsstýrið hevur.
Mánadagin 3. august kl. 9.30 fer tingið at viðgera løgmansrøðuna. Orðaskiftið fer at halda fram týsdagin 4. august.
Í dag verður eisini framløga. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at leggja uppskot fram um fiskidagar, og tað fer Tjóðveldi eisini at gera.
Mikudagin 5. august eru 1. viðgerðir á skránni. Tá fer tingið eisini at velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandsráðið.