Í staðin fyri 33 vil Tjóðveldi hava, at tingmannatalið verður í mesta lagið 25, og at landstýrismanningin skal ikki verða størri enn løgmaður og seks landsstýrisfólk Stendur tað til Tjóðveldi, so skulu bæði tingmanningin og landsstýrismanningin vera minni, enn tær nú eru.
Nú er tingmanningin 33, men Tjóðveldi skjýtur nú upp, at tingmannatalið ikki skal kunna vera hægri enn 25.
Tjóðveldi skjýtur eisini upp, at landsstýrismanningin skal vera væl minni, enn hon nú er. Í løtuni er landsstýrið mannað við løgmanni og átta landsstýrisfólk. Tjóðveldi skjýtur upp, at tað í landsstýrinum skulu sita løgmaður og í minsta lagi tvey og í mesta lagi seks landsstýrisfólk.










