Politiskar programnevndir

Tá hugt verður eftir hvar limirnir í programnevndunum fyri ÚF og SVF standa politiskt, so má ásannast, at teir ikki eru so spjaddir. Í báðum nevndunum hevur Tjóðveldisflokkurin nevniliga einsamallur meirilutan.

Í seinastu viku, vórðu programnevndir settar fyri Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya.

Fráfarni landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum, setti hesar nevndirnar.

Í Dimmalætting týsdagin stendur, at limirnir í programnevndunum umboða nógvar ymiskar samfelagsbólkar, og at teir eisini eru væl spjaddir um landið.

Eg ivist heldur onga løtu í, at talan harafturat er um hampafólk, sum í allar mátar eru skikkaði til hesar nevndarsessir. So langt er alt í lagi.

Men tá hugt verður eftir hvar hesir persónar standa politiskt, so má ásannast, at teir ikki eru so spjaddir. Í báðum nevndunum hevur Tjóðveldisflokkurin nevniliga einsamallur meirilutan.

Á tingfundi mikudagin varð upplýst, at av teimum tilsamans 14 nevndarsessunum, verða heili 10 mannaðir av tjóðveldisfólkum. - Neyvan man hetta vera av tilvild!


Fullveldisdemokrati

Landsstýrið ætlar um ikki so langa tíð at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu viðurskiftini. Einki er at ivast í, at fjølmiðlarnir í tí sambandi fara at spæla ein avgerðandi leiklut. Tí má tað sigast at vera sera ódámligt, at Tjóðveldisflokkurin nú roynir at ?seta seg á fjølmiðlarnar?, fyri á tann hátt at tryggja, at tað sum har verður sagt, er til teirra fyrimun.

Men hetta verður helst sum so mangt annað her á landi. Tað verður tosað um tað í eina tíð, og so er alt gloymt, - og nevndirnar kunnu fara til arbeiðis.