Sólvit Simonsen
-------
Eg havi við áhuga lurtað eftir, meðan ítróttarhøllin til Sandoynna hevur verið viðgjørd.
Allir flokkar sum ikki unna Sandoynni tað svarta undan neglini, siga at hettar er ein táta fyri Sandoyartunnilin, sum møguliga eisini er satt.
Men tá ið tað kemur til at lata barninum tátuna, minnkar hugurin, ístaðin fyri at lata barninum sukur upp á tátuna.
Eg var sera skuffaður av báðum spýðsunum í Tjóðveldi, eg havi verið meira enn í einum gildi á Sandi saman við teimum. Nú sær man, hvat tungan kann mæla, sjálvt um nakað annað liggur og esjar undir høvuðsskálini. Royndu at andøva ímóti, líka til triðja viðgerð kom fyri, tá koyrdu teir sukur á tátuna, men vit hava lurtað, so vit vita alt!
Báðir teir smáu flokkarnir vísa seg fyri mær, sum teir eru útgjørdir til at gera fortreð. Eg haldi bara ikki, at tað hóskar seg fyri Miðflokkin, teir eru í hvørfall ikki góðir við Sandoynna.
Hvussu hevði verið at sett ein kanningarstjóra at kanna alt tvætlið, teir hava fyri ímóti endanum á hvørjum máli. Hvat kostar arbeiðinum í Tinginum, eg meini, tað er órættvíst at ein flokkur upp á tveir mans skal fáa somu talutíð, sum ein flokkur upp á átta til tíggju mans, har átti tíðin at verið eftir manntalinum.
Eisini haldi eg, at vóru tað teir gomlu hábærisligu sambandsmennirnir, so høvdu teir givið einum manni sum M. Laksafoss, sum bert roynir at arbeiða fyri seg sjálvan, og slett ikki stendur saman við flokkinum, eina uppsøgn upp á grátt pappír.
Soleiðis sum samgongan stóð saman um hettar málið, eigur hon at standa saman um øll síni mál, til gleði fyri alt Føroyaland og eisini fyri okkum í Sandoynni.