Men samd munnu tey flestu vera um, at tað besta fyri landið er, at demokratisku spælireglurnar eru støðugar og lagdar til rættis við umhugsni.
Í løgtinginum tykist ongin virðing at vera fyri, at so skal vera. Har taka einstaklingar stig til at broyta valskipanina í dag, og í morgin eru Føroyar eitt valdømi.
Eitt hálvt valskeið seinni herjar ein forsmáddur minniluti á aftur og leggur uppskot fyri tingið um at býta landið aftur í sjey valdømir, og eisini tað verður samtykt.
Í somu øði verða uppskot løgd fram um at skipa landið í fimm valdømir, at hava fólkaatkvøðu um spurningin og at seta serfrøðingar at viðgera málið.
Upploysnin í tinginum um valdømini man vera eindømi í vesturlendskum fólkaræði, og lítil ivi er um, at hon skaðar umdømið hjá landi og fólki.
Uppaftur verri man tað vera, at hon tekur trúnna frá kvinnum, monnum og ungfólki á, at tingið yvirhøvur virðir landsins veljarar og arbeiðir seriøst.
Men øðrvísi fær tað illa verið, tá ongin miðvísur politikkur er á dagsskrá, og politikarar tí ganga mest upp í karmarnar, teir áttu at ført veruligan politikk í.
Fylgir tú við í politikki nóg leingi, fert tú at hóma eitt mynstur í atferðini hjá fleiri, sum fara upp í politikk. Hetta mynstrið er ikki so vandamikið, um tað hómast hjá nøkrum fáum.
Men vísir mynstrið seg hjá mongum, er vandi fyri, at politikkur fer at verða førdur mest fyri politisku stættina í landinum heldur enn landið og fólkið. Mynstrið er hetta:
Fyrst ert tú idealistur fyri eini sak, so verður tú samvitskufullur politikari, síðan lærir tú at gera rossahandlar og verður ein lúrin taktikari, og at enda heldur tú, at tú ert tann politiska skipanin og ognartekur demokratisku spælireglurnar fyri egnan vinning.