Fyrrverandi tingmaðurin og formaðurin fyri Sjálvsstýrisflokkin, Lasse Klein, undrast í dag á, at boðskapurin hjá átakinum, Í menniskjum góður tokki, ikki hevur vakt størri politiskan ans. Lasse heldur, at tey neyðstøddu í føroyska samfelagnum ikki í nóg stóran mun fáa hjálp frá politisku skipanini, men heldur eru tað hjálparfelagsskapir, ið taka ábyrgd.
Í gjár fanst tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Bjarni Djurholm, at hagtølunum sum hava verið frammi um familjurnar í fátækraváða. Hann viðgekk, at fíggjarliga støðan hjá hesum var framvegis ikki góð, men hann vísti eisini á, at hagtølini vórðu skeiv.
Les eisini: Tølini hjá Annlis 70% skeiv
Í lesararbrævi sigur Lasse Klein seg slettis ikki skilja, at hvørki Fólkaflokkurin ella Miðflokkurin hava gjørt nakað við støðuna
- Kenni ikki orsøkina til at Fólkaflokkurin sum umsitur almannamál letur slíkt um seg ganga, skilji heldur ikki Miðflokkin, sum varar av heilsumálum.
Sambært honum eru tað bert hjálparfelagsskapir, ið taka ábyrgd at hjálpa teimum, sum hava tørv á tí.
- Eingin vón er fyri framman fyri hesar familjur, var tað ikki fyri “Í menniskjum góður tokki”, og tøkk skulu tey hava fyri tað, sigur Lasse, sum eisini er fegin um at Fólkakirkjan við Jógvan Fríðriksson á odda stuðlar átakinum.
At 'Í menniskjum góður tokki', yvirhøvur er eitt neyðugt átak, merkir fyri Lasse Klein, at politiska skipanin hvørki sær trupulleikan ella skommina í, at tey ikki hava gjørt nakað við trupulleikan.