Forstjórin í landsins størsta peningastovni heldur lítið um privatiseringsarbeiðið hjá landinum.
? Vit kunnu bara staðfesta, at tað gongur ikki serliga væl við at privatisera almennar fyritøkur, soleiðis sum ætlanin hevur verið í nógv ár. Grunnarnir, sum eiga fyritøkurnar, sleppa ikki at taka handilsligar avgerðir, tí politiska ávirkanin er so stór, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann sipar til Fíggingargrunnin og Framtaksgrunnin, sum hóast teir skulu eitast fyri at vera sjálvstøðugir grunnar, í grundini ikki hava veruligt vald yvir fyritøkunum hjá sær.
? Skipanin er gjørd soleiðis, at tað er ikki samanhangur millum reelt vald og formelt vald. Grunnarnir hava kanska tað formella valdið, men tað reela valdið er hjá tí politisku skipanini. Grunnarnir kunnu ikki virka suverenir, tá ið politikkarar alla tíðina vilja blanda seg, og landsstýrið velir nevndina í grunnunum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Landið hevur valdið
Tað hevur verið eitt afturvendandi tema í føroyskum politikki seinnu árini, at fyritøkur sum Atlantsflog, Føroya Banki, Fiskasølan, Fiskavirking og aðrar skulu privatiserast, men enn hevur tað ikki eydnast at selja nakra av hesum fyritøkum.
Ein týðandi orsøk til hetta er, hvussu grunnarnir, sum eiga fyritøkuna, eru skipaðir, heldur bankastjórin.
? Tað er ein problematisk konstruktión, sum grunnarnir hava. Aðrastaðni hevur tú grunnar, sum kunnu virka óheft, men soleiðis er ikki í Føroyum. Her varðvetir landið sítt vald, hóast talan skal eitast at vera um óheftar grunnar. Landsstýrið velir nevndarlimir ? enntá hvørt ár í Framtaksgrunninum ? og landsstýrið fær eisini yvirskot frá fyritøkum hjá grunninum.
? Hvørja ferð ein fyritøka skal seljast, so koma tað so nógvar politiskar meiningar, at einki hendir. Politiska skipanin er ikki egnað til at keypa og selja fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Myndatekstur:
? Vit kunnu bara staðfesta, at tað gongur ikki serliga væl við at privatisera almennar fyritøkur, soleiðis sum ætlanin hevur verið í nógv ár. Grunnarnir, sum eiga fyritøkurnar, sleppa ikki at taka handilsligar avgerðir, tí politiska ávirkanin er so stór, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka










