Politiska semjan um samanlegging syndrast

KOMMUNUSAMANLEGGING Fleiri og fleiri tinglimir í samgonguni koma nú undan kavi og boða frá, at tey taka ikki undir við ætlanini um kommunusamanlegging, sum Helena Dam á Neystabø legði fram í síðstu viku

Fleiri og fleiri tingfólk í samgonguni leggjast nú afturat tí kóri, sum ikki vilja taka undir við ætlanini, sum Helena Dam á Neystabø legði fram í farnu viku um kommunusamanlegging.
Mánadagin vóru tað Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen úr Javnaðarflokkinum, sum staðfestu, at teir taka ikki undir við ætlanini.
Í dag eru tað so Bjørn Kalsø og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum sum heldur ikki taka undir við henni.

Hvørki ja ella nei
Minst avgjørd er Edva Jacobsen.
Hon veit av, at málið hevur verið til viðgerðar í samgonguni og sjálv hevur hon eisini verið við á summum fundum.
Sambandsflokkurin hevur eisini tikið undir við kommunusamanlegging og at fleiri málsøki verða løgd undir kommunurnar at umsita.
- Men semja hevur ikki verið um, hvussu tað skal skipast og hetta ítøkiliga uppskotið eri eg ikki kunnað um, leggur hon afturat.
- Eg renni ikki undan kommunusamanlegging. Men eg eg eri ikki kunnað um hesa ítøkiligu ætlanina hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum. Tí vil eg heldur ikki binda meg til at taka undir við henni, staðfestir hon.
Hon sigur, at hvussu hon fer at atkvøða, veldst alt um, hvussu tað sær út, tá viðgerðin í Løgtinginum er liðug.
Hinvegin ivast hon eisini í, hvussu stór semja í veruleikanum er í samgonguni og í tinginum sum heild, um hetta málið.
- Vit hava ikki havt høvi at viðgera hetta ítøkiliga málið í flokkinum, sigur sambandskonan úr Fuglafirði.
Nettupp Fuglafjørður er í eini serligari støðu, tí har hevur borgarstjórin staðfest, at tey vilja varðveita sína støðu sum sjálvstøðug kommuna.
Tað vil Edva Jacobsen ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til.
Men hon heldur, at er tað ein politisk ætlan at landið skal leggjast saman í nakrar fáar, stórar kommunur, er lítið sannlíkt, at einstakar kommunur fara at sleppa undan samanlegging.

Ikki rætt
Bjørn Kalsø, sum eisini er sambandsmaður, heldur, at hetta er rætt og slætt hvørki rætta løtan ella rætta uppskotið.
- Eg haldi øgliga lítið um hesa ætlanina, alla, sum hon er.
Hann sigur, at hann hevur ikki verið við í arbeiðnum at leggja hesa ætlanina fram og
- Ætlanin er eisini løgd fram uttan at eg so frægt sum eri spurdur. Tí havi eg ikki bundið meg til nakað sum helst og summar partur í ætlanini haldi eg lítið um.
Yvirhøvur heldur Bjørn Kalsø, at landsstýriskvinnan í innlendismálum átti at havt tryggjað sær undirtøku fyri eini slíkari ætlan, áðrenn hon varð lagt fram.
- Hetta er serliga galdandi í støðuni, vit eru í nú, tí í eini minniluta samgongu ræður um ikki at leggja nakað fram, sum tað ikki er trygt fyri at undirtøka fæst fyri

Púra galið
Bjørn Kalsø er ímóti at leggja kommunur saman við lóg, sum hendan ætlanin leggur upp til.
Hann heldur eisini, at kommunur eiga at fáa størri frælsi at gera av, hvørjum tær vilja leggja saman við.
Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er at Klaksvík, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna eiga at fáa møguleika at leggja saman, er vilji til tað, men tað ber ikki til eftir ætlanini, sum nú er løgd fram.
- Tað er púra galið, at kommunurnar ongar møguleikar fáa at velja í.
Fyri sambandsmannin hevur tað eisini stóran týdning, hvørja lagnu útoyggjarnar fáa.
- Fyri tær útoyggjar, sum koma upp í eina kommunu, sum er væl fyri, kann samanleggingin vera heppin. Men líka óheppin kann samanleggingin verða fyri eina útoyggj, sum endar í eini fátækari kommunu, ið ikki hevur ráð at gera nakrar sum helst ábøtur.
- Hetta er ein spurningur, sum má viðgerðast.
Og hann heldur eisini, at tað er skeivt at broyta kommununubygnaðin nú, í skundi, í eini minniluta samgongu, beint upp undir val.
- Skulu vit leggja kommunur saman og legga øki undir kommunurnar, eiga vit at geva okkum stundir at viðgerða eina ítøkiliga ætlan, sigur hann.
Les eisini greinina:_Kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman