Tíðindakvinnan Brynhild Thomsen segði í vitðalu í blaðnum í gjár, at hon helt tað vera blóðskeivt av formanni Blaðmannafelagsins, Edvard í Skorðini Joensen, at vera valevni fyri Javnaðarflokkin í februar uttan at taka seg aftur sum fakfelagsformaður. "Umboðar hann meg og mítt fak ella Javnaðarflokkin?", spyr Brynhild Thomsen atfinnandi.
Spurdi kollegarnar
Edvard í Skorðini Joensen sigur, at avgerðin varð tikin eftir drúgvar metingar, og at hann framvegis heldur fast um, at talan ikki var um nakra skeiva avgerð.
- Eg ráðførdi meg við mínar kollegar í grannalondunum kring okkum og við roynd fólk í fakinum, og eingin metti nakað skeivt vera við hesum, sigur Edvard í Skorðini Joensen. Hann vísir á, at tað er fulli rætturin hjá einum og hvørjum borgara at stilla upp, og at hann ikki fær eyga á nakra negativa avleiðing orsakað av síni avgerð, hóast hann er fakfelagsformaður.
- At eg sum valevni ikki kann røkja mín sess sum fakfelagsformaður á fullgóðan hátt, er ikki rætt, heldur formaður Blaðmannafelagsins.
Eingi mótmæli
Spurdur, um hann ikki skilir, at fólk kunnu seta spurnartekin við tvinnu leiklutir hansara, sum Brynhild Thomsen gjørdi í gjár, og at hetta í sær sjálvum ikki er nóg mikið at takka nei til politikk, er hann greiður.
- Trupulleikin við ymsum funktiónum sleppa vit ongantíð undan, og so kunnu vit tað sama vera ivandi um alt, heldur fakfelagsleiðarin. Sambært honum vilja líknandi støður altíð taka seg upp, og um trúvirðið verður skaðað av ymsum virksemi, sum einki hevur við hvørt annað at gera, kunnu vit tað sama grava okkum niður og ikki luttaka í nøkrum.
- Sjálvandi kann onkur kanska hava hug at seta spurnartekin, og tað er keðiligt, men fyri mítt viðkomandi haldi eg ikki, at støðan sum valevni ávirkar trúvirðið í formanssessin í Blaðmannafelagnum, og eg havi heldur einki merkt til hetta, vísir Edvard á.
Í hesum sambandi vísir hann fyrst á aðalfund, Blaðmannafelagið hevði fyri stuttum, og ikki eingin mótmælti ella vísti á, at Edvard ikki hevur borið seg rætt at, og at trúvirðið hansara er sett í vanda orsakað av politiska leiklutinum.
- Eg var afturvaldur, og eingin gretti orð, so tað kann ikki vera so ringt, slær Edvard fast. Sambært honum hevði hann als ikki tikið av sum valevni Javnaðarfloksins, um hann á nakran hátt hevði merkt til trupulleikar av avgerðini, men tað hevur hann ikki gjørt.
- Umframt tað vistu tey flestu frammanundan, hvørja politiska áskoðan eg havi, og eg havi ongantíð dult fyri hesum. At eg so eri valevni fyri sama flokk kann ikki skaða, sigur ein avgjørdur Edvard í Skorðini Joensen.