Tað kom ikki óvart á nakran, tá nývaldi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, nýtti sína fyrstu røðu sum forseti til at vissa áhoyrararnar um, at hann fer at halda fram á somu politisku kós sum undanmaðurin Vladimir Putin. Hann vissaði eisini áhoyrararnar um, at hann fer at tryggja russiska fólkinum mannarættindi, og at hann fer at leggja seg eftir at gera gerandisdagin hjá russum lættari.
Dmitrij Medvedev er tann triði russiski forsetin, síðani Sovjetsamveldið datt sundur, men hóast tað er hann, sum situr í landsins ovasta embæti, sleppur hann ikki undan at lurta eftir undanmanninum, sum í dag hevur tikið við sum forsætisráðharri.
- Tað er sera umráðandi, at vit halda somu kós sum higartil, tí hon hevur víst seg at vera tann rætta, segði Vladimir Putin í sínari fráfaringarrøðu. Mong halda, at í veruleikanum eru tað framvegis Putin og hansara sameindu, sum sita við róðrið í Kreml. Men eygleiðarar vísa samstundis á, at Putin er sera væl umtóktur í Russlandi, og at tað kann koma eftirmanninum til góðar.