Politiska handalagið út av lagi vánaligt

Javnaðarflokkin var komin í eina samleikakreppu og tað var orsøkin til, at vit royndu CHE samgonguna. Men politiska handalagið var út av lagi vánaligt og skrivstovugølan var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í formansfrágreiðing síni á landsfundinum í morgun Álitið á Høgna Hoydal var javnt og samt niðurbrotið og tað var orsøkin til, at CHE samgongan slitnaði.

Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.

Hann staðfesti, at í seinastu ABC samgonguni, hevði Javnaðaflokkurin fingið ein keðiligan gráan ham og var komin í eina samleikakreppu, har flokkurin varð skuldsettur at vera í lummanum á teimum borgarligu flokkunum.

Samstundis var ongin eldhugi fyri at halda fram við ABC samgonguni eftir valið í Januar og tað var orsøkin til, at ein roynd varð gjørd at skipa CHE samgonguna.

- Tað ein stór avgerð, sum kundi enda við, at vit sótu eftir við ongum og í andstøðu. Men stóri spurningurin var, um vit skuldu rista borgarliga og gráa hamin av okkum og fáa eina meira vinstravenda samgongu, sum veruliga kundi flyta nøkur mørk.

Jóannes Eidesgaard helt eisini, at CHE samgonguskjalið man vera eitt tað besta, sum nøkur samgonga hevur skrivað.

- Har uddi av góðum javnaðarpolitikki, umframt at nú var meiriluti fyri at taka upp teir grundleggjandi vinnuspurningarnir eitt nú um fiskidagabanka og burðardygga stovnsrøkt. Harumframt var ein røð av tiltøkum á útbúgvingar-, granskingar- og mentunnarøkinum, umframt umskipan av skattum og avgjøldum, sjúkrakassin og kringvarpsgjald umvegis skattin og øktan progressivitet í kommunuskattinum. Men fyrst og fremst var fiskivinnupolitikkurin ein av høvuðssúlunum undir samgongusamstarvinum.

Men floksformaðurin ásannaði, at hóast nógv gylt mál, vísti tað seg skjótt, at politiska handalagið var út av lagi vánaligt í samgonguni.

Hann segði, at veruleikin er, at politikkur kom ongantíð veruliga á dagsskránna.

Hann ásannaði samstundis, at eisini Javnaðarflokkinum hevði innanhýsis trupulleikar, serliga í málinum um fast samband um Skopunarfjørð. Tað førdi til eitt samstarv við Sjálvstýrisflokkin.

- Næsti tungi sjógvur, sum CHE samgongan fekk, var, tá ið Tjóðveldi, eftir at uppskotið um niðurskurð av fiskidøgum ikki fekk fulla undirtøku innanfloks, knappliga boðaði frá, at teir ikki mettu seg vera egnaðan sum stjórnarberandi flokk.

- Tað var ein staðfesting, sum eg og mong við mær seinni hava sannað, legði hann afturat.

Jóannes Eidesgaard hevur áður nevnt, at umstrídda skrivstovumálið var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.

- Men framanundan hesari lásahendingini var ein røð av hendingum, har ein týðiliga merkti ein ringan vilja til at fáa trupulleikar loystar.

Hann segði, at tá ið CHE samgongan varð skipað, hevði hann fult álit á formanninum í Tjóðveldinum.

- Men varð hetta álit javnt og samt brotið niður. Eg skal undirstrika, at hevði eitt framúr gott samstarv við hini landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldinum umframt tingmanningina, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann hevði aldrin væntað, at skrivstovumálið skuldi gerast nakað mál.

- Men skrivstovumálið var endaliga staðfestingin av, at seinasta álitið var fokið millum formannin í Tjóðveldi og meg og samgongan slitnaði.