Fyri minni enn einum ári síðani feldi samgongan uppskot, sum júst skuldi avmarka møguleika hjá bankunum at krevja pengar frá fólki fyri grundleggjandi tænastur.
Politisku útmendingarnar hava verið nógvar og kontantar í kjalarvørrium á avgerðini hjá BankNordik um at tað í framtíðini skal kosta pengar at vera kundi í bankanum.
Men tað er ikki so øgiliga langt síðani, at løgtingið viðgjørdi júst slíkar støður sum hesa.
28. februar í fjør legði Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar, hvørs endamál var við lóg at leggja loft á gjøld hjá peningastovnunum. Endamálið við uppskotinum til samtyktar var millum annað at fáa løgtingið at heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, sum setir mørk fyri, hvørji ómaksgjøld peningastovnarnir kunnu áleggja sínum kundum fyri grundleggjandi fíggjartænastur.
Men uppskotið fall ikki í góða jørð hjá samgonguni. Í sínum áliti segði meirilutin av fíggjarnevndini, at ”tað er ikki rætt, at tað almenna ásetir prísir á vørum hjá privatu vinnuni. Hesir eiga at vera tillagaðir eftir kappingini.”
Samgonguumboðini í fíggjarnevndini mæltu tí løgtinginum til at fella uppskotið. Tað gjørdi samgongan eisini, tá atkvøðast skuldi um uppskotið 19. apríl. Uppskotið fekk bara undirtøku frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Janusi Rein, ið tá var uttanflokkatingmaður.
Sambært Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu og framsøgukvinnu í fíggjarmálum fyri Tjóðveldi, fer flokkurin nú at leggja uppskotið framaftur.
- Ja, Tjóðveldi fer at gera eina roynd at leggja uppskotið fram aftur hesa tingsetu. Um samgongan meinar nakað við at broyta verandi støðu, so er at taka undir við uppskotinum hesu ferð, og harvið broyta støðuna, sigur Kristina Háfoss.
Les eisini:
Janus Petersen: Tí skulu tit gjalda
http://www.in.fo/news-detail/news/ti-skulu-tit-gjalda/
Aksel V. Johannesen: BankNordik má steðgast við lóg
http://www.in.fo/news-detail/news/gjoeldini-eru-orimilig/
Jørgen Niclasen: Gjøldini eru órímilig










