Ein nýggj tingseta avloysir skjótt ta farnu. Í dag, ólavsøkudag verður politiska kósin sett av nýggjum, við sama skipara á brúnni. Men hvussu sær so tann farna tingsetan út?
Í vikuskiftissosialinum tóku vit saman um ta farna politiska árið, har vit valdu nakrar politiskar hendingar og útsagnir út. Her eru nakrir bestubitar úr teirri greinini.
29. juli 2012
Sambandsløgmaður avmonterar ríkisfelagsskapin
- Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Í greiðari útmelding í ólavsøkurøðuni byrjar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tingsetuna við einari politiskari bumbu. Hann vil avmontera ríkisfelagsskapin sum vit kenna hann og føra Føroyar inn í ein nýmótans ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.
1. august 2012
Løgmaður vil hava dagførdan ríkisfelagsskap
Løgmaður byrjar at bakka eitt sindur.
- Sambandsflokkurin vil ikki hava fullveldi. Eg vil, at mín flokkur hevur eitt skikkað boð upp á ein dagførdan og nútíðarbæran ríkisfelagsskap, tá løgtingsval verður aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
17. august 2012
Sambandið: Ríkis heldur enn ríkjafelagsskap
Tingbólkur Sambandsfloksins hevur havt fund, og niðurstøðan er, at flokkurin fer undir at evna eitt uppskot til dagføring av ríkisfelagsskapinum
6. oktober 2012
Janus Rein fer úr Framsókn
Janus Rein boðar henda dagin frá, at hann ikki longur umboðar Framsókn á tingi, men nú er uttanflokkatingmaður. Hetta eftir at hann má staðfesta, at samstarvið millum hann og formannin Poul Michelsen síðani løgtingsarbeiðið byrjaði, als ikki hevur verið nøktandi
Poul Michelsen sigur, at hetta kemur sum eitt snarljós av fagurbláum himni, og at hann veit als ikki, hvat gekk galið.
12. oktober 2012
Listafólk vilja boykotta landsstýrið
Ætlanin hjá landsstýrinum at skerja játtanina til Mentanargrunn Landsins fær bikarið hjá Sunnleifi Rasmussen at flóta yvir. Hann mælir øllum listafólkum at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri. – Vit hava eina ørgrynnu av listafólki, men sum samfelag virða vit tey ikki frægari enn lortin undir neglunum, sigur Sunnleif Rasmussen.
24. november 2012
Vestergaard: Vit áseta egna sildakvotu
Longu á landsfundi Fólkafloksins í november mánaði boðaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá, at avtalan um Norðhavssildina við hini strandalondini er uppsøgd, og at Føroyar fara at áseta sær sína egnu kvotu, júst sum við makrelinum.
14. desember 2012
Landsbankin avtakast
Løgtingið samtykkir endaliga, at Landsbanki Føroya, við virknaði frá 1. apríl 2013, skal takast av. Uppgávurnar verða spjaddar út millum ymsar stovnar, so sum Gjaldsstovuna og Fróðskaparsetur Føroya.
30. januar 2013
Fámará aftur í høvdið
Fiskimálaráðið ógildar søluna av festinum í Fámará og biður samstundis Búnaðarstovuna viðgerða alt málið av nýggjum. Málið um nógv umstrídda festið kann sostatt byrja heilt av nýggjum.
8. februar 2013
Reyði blokkurin hjá Eidesgaard
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og formaður í Javnaðarflokkinum mælir Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum til at skipa ein reyðan blokk. Komandi tvær vikurnar ganga við, at bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa sligið fast, at uppskotinum er einki lív lagað. Eingin reyður blokkur skal skipast, eru reyðu andstøðuflokkarnir samdir um.
15. apríl 2013
Hakin settur í til Marknagilsdepilin
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setir hakan í til byggingina av stóra miðnámsskúladeplinum í Marknagili. Størsta skúlaverkætlan í Føroyum. 515 milliónir krónur við øllum, 19.500 fermetrar til støddar og 1.300 næmingar í tali eru ráu tølini fyri stóru verkætlanina, sum eftir tógvið stríð í fleiri ár verður sett í gongd.
8. maj 2013
Tingið heim
Løgtingið fer henda dagin í summarfrí. Summarferian hjá Løgtinginum varir til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag.