Politisk virði til umrøðu

Oddagrein:

Javnaðarfloksins grundleggjandi virði eru av álvara komin á dagskrá eftir vánligu veljarakanningina. Formaður Javnaðarfloksins á tingi hevur stovnað bólk á Facebook til tess at fáa gongd á orðaskiftið. Virði er eitt mótaorð, sum kom inn í politikk við nýggja ættarliðinum av donskum politikkarum, so hvat hugsar formaður floksins á tingi um, tá hann meldar út um floksins virði? Hann sipar til floksins grundsjónarmið. Hvørji eru so grundsjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum. Grundsjónarmiðini eru tey vælkendu sosialdemokratisku og hava sjálvsagt verið fyri broytingum við tíðini. Hesar broytingar eru sjálvsagt komnar av teimum samfelagsbroytingum, sum eru hendar í Føroyum, síðan flokkurin á fyrsta sinni sá dagsins ljós.

 

Tað, sum kanska meira enn nakað ávirkar ein flokk sum Javnaðarflokkin, er samgongusamstarv. Í samgongusamstarvi noyðist einhvør flokkur at slaka og ofta verður slakað í grundsjónarmiðunum. Hetta hava vit sæð í ríkligt mát er hent við Javnaðarflokkinum og serstakliga tað mangan tætta samstarvið við Fólkaflokkin hevur slitið uppá virðini. Dømini eru mong og eingin orsøk er her til at gníggja salt í sárið. Samantikið kann tó staðfestast, at flokkurin stútt og støðugt hevur flutt seg burtur frá teim sosialistisku grundsjónarmiðum, sum flokkurin upprunaliga varð grundaður á. Henda tilgongd kom í hæddina í og við, at tær stóru almennu fyritøkurnar Føroyagrunnurin og Føroya Banki við Javnaðarfloksins vælsignisli aftur komu á privatar hendur. Onnur dømi kundu verið nevnd eitt nú, at flokkurin hevur avblást stættastríðið, men hetta lata vit liggja fyri fyrst.

 

Henda broytingartilgongd er væl skiljandi. Okkara tíðarskeið er ikki tað mest ideologiska og heimurin er umbroyttur eftir, at Múrurin fall. Neoliberalisman og neokonservatisman hava í ártíggjur sett dám á politiska lívið í vesturheiminum og ikki minst í ríkisfelagskapinum. Freistingin at glíða við streyminum er stór. Men tað er vandamikið, spyr bert Blair og Helle Thorning og skjótt kann streymurin venda og so rekru aftur annan veg. Hygg bert at Obama! Hvør hevði droymt um, at maður við javnaðarsjónarmiðum kundi gerast forseti í USA?

 

Tann, sum bert hevur eina hylling av politisku søguni, veit, at hjá sosialdemokratskum flokkum loysir tað seg ikki reka við borgarligum politiskum mótastreymum. Vil ein sosialdemokratiskur flokkur liva og mennast, so er bert eitt at gera nevnliga at halda fast við sosialdemokratisku grundsjónarmiðini. Hetta merkir í nútímanssamfeglanum tað saman sum at verja og støðugt at útbyggja og menna vælferðarsamfelagið. Slík kós kann kosta bæði so og so, men mangt bendir á, at kósin loysir seg politiskt í eini seinni atløgu og nøkur virði eru eisini so fundamental, at haldast má fast við tey. Hetta krevur tol og seiggj. Tað kann tí bert gagna Javnaðarflokkinum at byrja orðaskifti um virðini. Orðaskifti um virði er ikki tað, sum flokkurin er mest kendur fyri. At so hetta orðaskiftið er avmarkað til tey, sum nýta Facebook kann undra, men onnur er sjálvsagt vælkomin t.d. her í blaðnum.