Politisk veiðimentan rekur heilarnar á dyr

So leingi politikararnir ikki hugsa um annað enn dagsins fong hjá fiskivinnuni, ber illa til at taka nógva tosið um at fáa tey vælútbúnu heimaftur í álvara, heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen


Stóri trupulleikin við at fáa vælútbúnar føroyingar heimaftur, hongur neyvt saman við, at føroyskir politikarar ikki av álvara vísa vilja til at hugsa í nýggjum vinnumøguleikum.

Tað heldur Jørn Astrup Hansen, formaður í búskaparráðnum, nú ferð aftur er komin á kjakið um, hvussu vit fáa vælútbúnu útisetarnir heimaftur. 



Nýggjur undirklassi á veg

Meðan granskingarumhvørvið leingið hevur eftirlýst størri játtan til betri granskingarumstøður og –størv, svaraði landsstýrið í vár aftur, við at seta í gildið eina lóg, ið skal gera tað lættari at innflyta ófaklærda arbeiðsmegi til eitt nú fiskivinnuna.

Nógv bendir á at hetta bert er feskasta dømi um, at føroyskir politikarar ikki megna at ríva seg leysan frá einum vinnupolitikki, sum hevur lítið eyga fyri øðrum enn bráðfeingis tørvum.

Júst ætlaninar um at innflyta meir ófaklærda arbeiðsmegi fingu longu í januar mánaða samfelagsfrøðingin Jógvan Mørkøre at ávara móti avleiðingunum.

Í grein í Sosialinum vísti hann á, at heldur enn at skapa karmar fyri einum vitanarsamfelag er ein slíkur vinnupolitikkur við til at byggja upp ein nýggjan undirklassa. Í øllum førum verður tað ikki við hesum politikkinum, vit fáa tey vælútbúnu heimaftur, snøgt sagt tí alt ov fá størv eru hjá teimum at koma heimaftur til, staðfesti Jógvan Mørkøre. 



Ávaringar

Trupulleikin, sum Jógvan Mørkøre ávaraði um, átti ikki at komið óvart á føroyskar politikarar.

Longu í temafrágreiðing í 2005 gjørdi búskaparráðið vart við, at skulu vit fjølgast í Føroyum við framhaldandi hægri livistøði, er eingin annar møguleiki enn at satsa upp á hægri produktivitet gjøgnum vitan og útbúgving.

Tvey ár seinni, í búskaparfrágreiðingini frá 2007, endurtók búskaparráðið sama boðskap, hesuferð millum annað út frá tølum, sum vístu, at føroyingar eru eftirbátur í mun til grannalondini, tá tað ræður um hægri útbúgvingar. Heldur ikki hesuferð átti nakar ivi at verið um tilmælini frá ráðnum: Eitt høgt vitanar- og útbúgvingarstøði er ein tann fyrsta treytin, skulu vit tryggja áhaldandi búskaparligan vøkstur og livistøðið í Føroyum, staðfesti búskaparráðið.



Veiðimentanin er farin í land

Hóast tilráðingarnar sostatt hava verið sera greiðar, tykjast tær ikki at hava havt stótvegis ávirkan á førda vinnupolitikkin. Hví so er, hevur formaðurin í búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, eitt boð uppá. Sambært honum, er tað nevniliga oftast rættiliga trupult á ávirka føroyskar politikarar – og samfelagið sum heild.

- Vinnuligi hugsunarhátturin í Føroyum hevur eina týðiliga slagsíðu. Tá føroyskir politikarar tosa um ”vinnuna”, tosa teir pr. definitión bara um fiskivinnuna. Tað er sjálvandi týdningarmikið, at fiskivinnan, sum landsins høvuðsvinna hevur góðar umstøður. Men tað verður ikki fiskivinnan, sum fer at lokka tey væl útbúnu heimaftur. Tí verður alt tosið um vitanarsamfelagið sjáldan til annað enn orð á pappíri, sigur Jørn Astrup Hansen.

Eftir hansara tykki er vantandi politiski viljin ella evni at hugsa í nýggjum framtíðar vinnumøguleikum eitt tekin um, at veiðimentanin er farin í land í Føroyum, har hon eisini setir djúp spor í føroyskan politikk

- Politisku ætlaninar røkka sjáldan longur enn til dagin og vegin. Tað ræður bara um at tryggja dagsins fong, tí fiskurin flytur seg sum kunnugt skjótt, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, og vísir enn einaferð á, at hesin hugsunarhátturin als ikki hongur saman við ynskinum um at byggja upp eitt vitanarsamfelag.