Politisk uppíblanding í enska fótbóltssambandi

Í morgin verður eitt heldur óvanligt orðaskifti í bretska parliamentinum. Kjakast og atkvøðast skal hvørt politiska skipanin hevur álit á enska fótbóltssambandinum, FA.

 

Tað skrivar bretskir fjølmiðlar.

 

Ítróttarráðharrin í Bretlandi, Tracy Crouch, og formaðurin í í mentanar-, tróttar- og fjølmiðlanevndini, Damian Collins, hava fyri nøkrum mánaðum sagt, at FA eigur at fara undir grundleggjandi broytingar fyri at ganga krøvunum á møti um menning av fótbóltinum í Onglandi. Um FA ikki kláraði tað, so er vandi fyri, at stuðulimm til felagsskapin, sum í løtuni er millum 300-400 milliónir krónur, minkar nógv.

 

Eftir at fimm fyrrverandi leiðarar í FA hava sagt, at felagsskapurin ikki hevur klára at framt tær neyðugu broytingarnar sjálvur.

 

Greg Clarke, formaður í FA, sigur, at hann er ósamdur við teimum, ið siga, at fótbóltssambandið í Onglandi ikki hevur livað upp til krøvini. Clarke sigur, at ongantíð fyrr er so nógvur peningur og orka brúkt uppá at menna fótbóltin í Onglandi. Fyrst og fremst at menna grasrøturnar og síðani arbeiða seg uppeftir. Hann sigur víðari, at um tingið tó samtykkir eitt misálit á seg, so er hann klárur at siga seg úr starvi.

 

Tað er enn óvist hvussu alt fer at spæla av, men fleiri greinarar í Onglandi hava víst á, at hetta er eitt greitt brot á reglurnar hjá FIFA (altjóða fótbóltssambandinum), ið greitt ger skilnað á politikki og fótbólti, og at politikkur ikki skal ávirka fótbóltin í landinum. FIFA hevur blanda seg uppí, tá politiska skipanin í einum landi ávirkar eitt fótbóltssamband.