Politisk skarnsgerð


Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, skilir væl, at løgmaður ikki er nøgdur við sáttmálan, sum Karsten Hansen hevur gjørt við Starvsmannafelagið. Men hann væntar ikki av fíggjarmálaráðharranum, at hann skilir løgmann. Óli er ivaleysur í, at skattalætti hevði verið munandi betri og hann metir nýggju lønaravtaluna góða fyri landskassan, men vánaliga fyri føroyingar og eisini fyri fullveldisætlanirnar


 


Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, sigur seg í blaðnum í gjár ikki skilja, at løgmaður metir nýggja sáttmálan við Starvsmannafelagið, sum eina skrúvu uttan enda. Karsten Hansen segði, at hann boðaði løgmanni frá semjuni, áðrenn undirskrivað varð.

Men formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, skilir væl løgmann. Eisini metir hann tað sum eina politiska skarnsgerð, tá Fíggjarmálastýrið í síðstu løtu boðar løgmanni frá.

Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið skrivaðu undir áðrenn miðnátt tann 8. apríl

- Eg skilji væl, um løgmaður kennir seg snýttan, tá hann fær boð um semjuna umleið klokkan 22:20, tá klárt er at skriva undir. Tað er ein politisk skarnsgerð, men eg veit ikki, um eg vænti, at fíggjarmálaráðharrin skilir, sigur Óli Breckmann.


Heldur skattalætta

.- Búskapurin hevði fingið munandi betri ávirkan við skattalætta, ið gagnaði lægru lønunum, men eisini teimum lønum, ið eru óstøðugar. Ein skattalætti, ið gav størri eggjan. Tá høvdu vit sloppið undan nagativari ávirkan, sigur Óli Breckmann.

Karsten Hansen hevur sagt, at skattalættar eru framdir og hesum er Óli partvís samdur í.

- Tá tað var frammi um skattalætta, var Karsten Hansen tann tvøri og kargi parturin. Hann mátti tvingast til teir skattalættar, ið eru framdir, sigur Óli Breckmann.

Óli Breckmann førir fram, at ein skattalætti munar dupult, ið mun til eina bruttolønarhækking.

- Av 100 krónum, fara 60 krónur aftur í landskassan og hinar 40 krónurnar fara í hægri prísum og tænastugjøldum. Ein króna í skattalætta, munar ímóti 2,20 krónum í bruttolønarhækking, sigur formaður Fólkafloksins.

Hann metir, at ein skattalætti ger mun hjá tí einstaka, umframt at bøta um kappingarførið í vinnuni. Eisini er skattalættin betri fyri búskapin og einasti, ið vinnur við lønarhækkan, er landskassin, so leingi vit hava uppgangstíðir.


Útgjaring

Óli Breckmann leggur dent á, at sjálvsagt unnir hann føroyingum løn og betraðar umstøður í so máta.

- Eg meti ikki, at tað er ørt av Karsten Hansen at geva meira í løn, men hinvegin at strongja búskapin, so at bert landskassin fær nakað burturúr.

- Lønaravtalan er góð fyri landskassan, men vánalig fyri føroyingin , sigur Óli Breckmann, og vísir á, at landskassin her letur út 60 millíónir og fær inn yvir 100 milliónir.

Ói Breckmann er ivaleysur í, at nýggi sáttmálin hevur við sær hitaðan búskap og verri kappingarføri og príshækkan.

Spurdur, um hann metir hetta sum útgjaring, nú tað so smátt stundar til val, leggur Óli ikki fingrarnar ímillum.

- Tjóðveldisflokkurin sendi herfyri bræv til Fólkaflokkin viðvíkjandi útgjaring. Tá hevur Høgni Hoydal helst fyrireikað ávirkanina av hesum og hevur blakað við torvmold, sigur Óli Breckmann.

Brævið frá Tjóðveldisflokkinum snúði seg um andstøðuuppskot viðvíkjandi lækkaðum bensinprísum, avgjøldum, sum samgonguflokkurin Fólkaflokkurin tók undir við. Talan var um 6 milliónir.

- 60 milliónir hita búskapin 10 ferðir so nógv, sum 6 milliónir, sigur Óli Breckman millum annað viðvíkjandi hesum og hann avvísir ikki útgjaring.

- Og fyri fullveldisætlanirnar er bruttolønarhækkingin so avgjørt eitt afturstig. Samfelagið verður dýrari at reka, men borgarin er framvegis í somu støðu, sigur Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins.