Politisk ósemja um kvotabýti

Ósemja er um, hvussu kvotunar á fjarleiðum - Flemish Cap og í Eysturgrønlandi - skulu býtast

Føroyska bornfiskakvotan á Fledmish Cap er sera lítil í ár, meðan kvotan í Eysturgrønlandi er munandi størri.

Tí er tað ikki avgerandi fyri skipini við kvotuni á Flemish Cap í ár, men meira komandi árini, tí útlitini eru hampuliga góð fyri størri føroyskari kvotu har komandi árini.

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur eina kunngerð klára at seta í gildi um kvotabýrið, men á landsstýrisfundi herfyri, stóðst ósemja um hansara ætlan at býta kvoturnar.

So hóast hann hevur heimild at seta kunngerðina í gildi, so hevur hann ikki gjørt tað, tí tað elvir til politiska ósemju.

Ósemjan snýr seg um, hvussu tonsini skulu býtast millum tey 21 línuloyvini sum eru. Landsstýrismaðurin leggur upp til "søgulig rættindir", sum ger at tey skip, sum hava havt møguleika at fiska á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi fáa meginpartin av kvotunum, meðan onnur ísfiskaskip fáa so lítlan part, at tað als ikki loysir seg at fiska hesi tonsini.

Ein onnur ósemja er, um óvirkin línuloyvir skulu telja við í býtinum. Verður alt talt við, er talan um 21 loyvir. Verða bert tey aktivu tald við, skulu kvoturnar býtast við 16 loyvum.

Í ár er ætlanin, at alt skal gerast til eginkvotur. Tí er tað avgerandi fyri øll skipini, at tey fáa hóskandi part longu nú.

Sum politiska støðan er nú, bendir tó alt á, at tað aftur í ár verður felagskvota og verður stríð um eginkvotur útsett eitt ár.