Politisk rás

Rás 2 fer hetta fram móti jólum at skipa fyri beinleiðiss politiskum sendingum, har teir seks flokkarnir, sum hava umboð á tingi, fara at luttaka

 

Politikkur


Tey, sum hava áhuga fyri politikki, kunnu frá 6. november og seks týsdagar fram hoyra á Rás 2, hvat politisku flokkarnir fara at bjóða upp undir komandi valini.

Sonni Smith, tíðindaleiðari á Rás 2, sigur, at sendingarnar verða skipaðar eitt sindur øðrvísi, enn aðrar politiskar senedingar, sum útvarpaðar plaga at verða. Tær verða sendar beinleiðis týsdag klokkan 15.30 og vara ein tíma. Seinni í somu viku verða tær so endursendar, sigur tíðindaleiðarin á Rás 2.

Sendingarnar verða skipaðar soleiðis, at tann flokkurin, sum eigur sendingina, fer tann fyrra hálva tíman av sendingini at leggja fram tað, hann fegin vil hava, at fólk skulu hoyra. Flokkurin velur tað fólk, sum hildið verður duga best at umboða flokkin við tí, sum førast skal fram. Og tað er ikki neyðugt, at tað er ein aktivur politikari, sigur Sonne Smith.

Seinna hálva tíman av sendingini, fara umboð fyri hinar fimm flokkarnar, sum eisini vera í útvarpsstovuni, at taka til sín og koma við viðmerkingum til tað, sagt hevur verið, eins og slíkt, tann ávísi flokkurin hevur gjørt í sínum politiska arbeiði.

Raðfylgjan verður tann, at Javnaðarflokkurin fer at leggja fyri tann 6. november. Tann 13. november eigur Sambandsflokkurin tørn, meðan Sjálvstýrisflokkurin sleppur fram at tann 20. november. Síðan kemur Fólkaflokkurin tann 27. november, Tjóðveldisflokkurin tann 4. desember og at enda verður Miðflokurin í útvarpsstovuni tann 11. desember frá klokkan hálvgum fýra til hálvgum fimm seinnapartin, sigur Sonne Smith, tíðindaleiðari á Rás 2.