Hendan greinarøðin, sum eg saman við øðrum havi luttikið í í eini tvey ár, verður rópt Tíðargreinir. Eg havi skilt tað soleiðis, at vit kunnu skriva um eitthvørt mál, sum uppi er í tíðini, og sum vit halda hevur ávísan áhuga. Tá fyrrverandi politikarar skriva, koma greinirnar ofta at bera brá av politiskum boðskapi, meira ella minni áhugavert hjá teim lesarum, sum tíma at kaga í tað skrivaða.
Eitt fyribrigdi, sum hevur verið nakað frammi seinastu tíðina, er tað, sum verður rópt happing. Hetta hevur verið drigið fram sum ein stórur samfelagsligur trupulleiki, serliga millum børn og í skúlaumhvørvinum. Men hetta kemur ikki bara fyri millum okkara smærri meðborgarar. Á arbeiðsplássum og aðrastaðni har fólk savnast, sæst hetta fyribrigdi ofta.
Eyðkent er, at nøkur (sum halda seg vera) taka seg saman at kúga onnur og skúgva tey til viks. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men ofta er tað øvundsjúka ella undirlutakensla, sum er veruliga orsøkin. Í eini happingarstøðu eru vanliga tveir partar. Ein sum happar ella kúgar og ein, sum verður kúgaður. Tann, sum kúgar, heldur seg vera tann sterka, og vil halda hin niðri. Men mangan er tað ræðsla fyri dygdunum hjá mótpartinum, sum fær hin til at happa. Hetta verður ofta gjørt við at fáa onnur at koma í sín part ímóti tí, sum ein ræðist og á tann hátt halda viðkomandi uttanfyri ávirkan.
Á mongum arbeiðsplássum kemur tað fyri, at fólk taka seg saman í bólkar ella “klikur”ímóti hvørjum øðrum. Til ampa fyri arbeiðsdygdina. Politiska umhvørvi í einum hvørjum landi er eitt slíkt stórt og týdningarmikið arbeiðspláss. Arbeiði har hevur avgerandi ávirkan á alt samfelagið.
Eyðkent fyri politiska arbeiði er, at tey, sum bjóða seg fram, taka seg saman í bólkar ella flokkar eftir samfelagsligum ella politiskum hugsjónum. Tí er ein stórur partur av arbeiðinum orðaskifti, ella kanska kann tað rópast orðadráttur. Meiningarnar og hugburðurin brótast. Um okkara leiðir, her hugsi eg um Norðurlond, verður hetta vanliga gjørt við hampuliga stórari virðing fyri hvørjum øðrum. Vanligt er eisini, at tær politisku hugsjónirnar, sum útvega sær størstu undirtøkuna, taka seg saman at stjórna landinum. Aftaná næsta val kunnu so umstøðurnar møguliga broytast. Men hvør partur ella flokkur roynir eftir besta førimuni at framføra síni sjónarmið og sínar loysnir, og síðani at fremja tær í verki.
Okkara lítla land hevur í eitt langt tíðarskeið vanliga verið “vælsignað” við lutfalsliga nógvum politiskum flokkum, í løtuni við sjey flokkum. Hóast hvør flokkur hevur síni sjónarmið, og ósemjurnar við hvørt kunnu tykjast órímuliga stórar, so hevur virðingin millum aktivu politikarnar vanliga verið á einum sámuligum støði. Bæði tá samgongusamráðingar hava verið, og í politiska arbeiðinum millum valini hevur “arbeiðskultururin” verið á góðari leið. Virðingin fyri politiskum meirilutaloysnum heur vanliga verið til staðar.
Men nú sær vend til at vera komin í. Við okkara fleirflokkaskipan hevur ein flokkur ongatíð havt meiriluta einsamallur, og sjáldan hava tveir flokkar havt tað. Tí hevur altíð veið neyðugt at arbeiða saman við sum oftast trimum flokkum, bæði tá landsstýri skulu skipast og í mongum førum, tá ymisk mál skulu loysast úr lagdi.
Men ein lutfallsliga nýggjur formaður í einum av stóru flokkunum heldur, at tað ber ikki til longur, at allir partar av tingmanningini skulu hava møguleika fyri at vera við í politiska arbeiðinum. Aksel V. Johannesen hevur longu fyri tíð síðani proklamerað, at Javnaðarflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum vil arbeiða saman við einum av hinum stóru flokkunum, nevniliga Fólkaflokkinum. Og her er tað, at politiska happingin stingur seg upp.
Nú roynir Aksel Johannesen at fáa allar hinar flokkarnar at bannlýsa Fólkaflokkin. Eyðkennini fyri happing eru nú til staðar. Fólkaflokkurin er ov dugnaligur, og Javnaðarflokkurin er ov veikur ella kanska ódugnaligur. Tí má Aksel fáa allar hinar í part við sær og útiloka Fólkaflokkin frá øllum samarbeiðsmøguleikum. Hann roknar helst eisini við, at hansara kensla av øvundssjúku mótvegis Fólkaflokkinum eisini trívist í hinum flokkunum. Og fær hann tað fram í hinum flokkunum, so er slagið vunnið.
Javnaðarformaðurin hevur sent út eitt tíðindaskriv við einum upprópi til hinar politisku flokkarnar: Fólkaflokkurin skræðir samfelagið sundur. Hetta ljóðar ógvisligt, og ein sær fyri sær, at føroyska samfelagið er farið heilt í hundarnar, og at Fólkaflokkurin hevur sitið ótarnaður og pettað tað sundur. Lat okkum so hyggja eitt sindur eftir støðuni á Føroya landi:
1. Vit hava eins og so gott sum øll heimsins lond barst við búskaparligar trupulleikar, men betur enn tey flestu eru Føroyar komnar ígjøgnum kreppuna
2. Sjálvt við ávísum halli á fíggjarlógini er almenna skuldin minni enn hjá flestu londunum, vit samanlíkna okkum við.
3. Samanborið við flest onnur lond hava vit lægri arbeiðsloysi
4. Stórir partar av vinnulívinum hava havt framgongd og øktan vinning
5. Nógvar útbyggingar eru farnar og fara fram í landinum bæði í privata og almenna sektorinum
6 Sosiali sektorin klárar seg hampuliga væl, og fólk hava sum heild góð livikor og minst líka so gott sum í flestu øðrum londum
7. Samlaði føroyski búskapurin er hampuliga væl fyri.
Heilt einfalt vil tað siga, at Aksel V. Johannesen sigur ósatt í síni yvirskrift.
Pástandurin hjá Aksel Johannesen er, at allar vanlukkur – ella tað hann metir sum vanlukkur – koma av tí, at Fólkaflokkurin bestemmar alt í Føroyum. Mín meting er tann, at tað stendur rættiliga væl til í Føroyum, millum annað tí, at Fólkaflokkurin er við til at bestemma nakað í Føroyum. Hetta ger hann saman við øðrum positivum kreftum. Fólkaflokkurin hevur 9 tingfólk, sum gera eitt dugnaligt arbeiði saman við 11 øðrum tingfólkum í samgongu, og eisini saman við andstøðutingfólkum, tá hesi vilja samarbeiða. Flokkurin hevur eisini 3 landsstýrisfólk, og teirra partur liggur ikki eftir Í Fíggjarmálaráðnum, Almannamálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Bæði landsstýris- og løgtingsfólk flokksins eru vald í teirra størv at føra politikk. Og tað at føra politikk ber millum annað í sær, at man bestemmar.
Aksel skrivar eisini, at Jacob Vestergaard letur hánt um landskassan, tí hann tekur vinnulívið fram um almenna kassan. Aksel Johannesen heldur, at landskassin tryggjar alla skúlagongd, sjúkrarøkt og lønir til lærarar, pædagogar og sjúkrasystrar v.m.
Góði Aksel, hesar almennu gjaldingar verð kanaliserðarar gjøgnum landskassan. Men fíggingin til landskassan fæst frá borgarum og vinnufyritøkum. Um ikki framleiðsla var í samfelagnum, so var heldur eingin landskassi. Tað er hóast alt hønan, sum verpur eggið og ikki øvugt.
Í greinini hjá Akseli verður eisini tikið uppaftur, at flatskatturin er ein gáva til tey væl løntu, meðan onnur einki fingu. Flatskatturin – sum ikki er heilt flatur – er ein roynd at bøta um samfelagsbúskapin við at lækka skattatrýstið. Hetta royna øll lond, tí ov høgt skattatrýst drepur initiativ. Skattabroytingin er tí eitt stórt framstig og til stóran bata, ikki minst sum frálíður, fyri samfelagsbúskapin. Pensiónsskatturin er ikki at taka pening frá framtíðar ættarliðum, men heldur at lata tað almenna fáa hendan kapital í staðin fyri tryggingarfeløgini. Sum frálíður verður umskipanin av skattingini betur og betur fyri samfelagið, og hon skal eisini justerast eitt sindur.
Samanumtikið kann sigast, at Fólkaflokkurin ger eitt gott arbeiði í politisku skipanini. Um hinir flokkarnir halda, at hann “bestemmar” ov nógv, má tað vera upp til teirra egnu sjálvrannsakan. Fólkaflokkurin arbeiðir út frá síni stevnuskrá og politisku lyftum saman við gjørdum politiskum semjum. Tað má sigast at verða ein góður skikkur.
At so Javnaðarflokkurin roynir at happa og fáa hjálp frá hinum flokkunum til at seta Fólkaflokkin í skammikrók má so standa sína roynd.
Míni ráð til Aksel Johannesen eru kortini: gevst við at sperra teg sjálvan inni í sjálvskoðan og ódokumenteraðum skuldsetingum móti øðrum. Tað kann gerast heldur einsligt, áðrenn tú veitst av.