Løgmaður vil ikki geva loyvi til eina formansrundu, ið kundi givið okkum ein parlamentariskan meiriluta. Løgmaður vil ikki flyta seg tí hann metur, at støðan er javnleikur 16 - 16.
Um vit nú eina løtu góðtaka hesa grundgeving løgmans um javnleik við 16 tinglimum til samgongu og 16 tinglimum til andstøðu, so mega vit eisini góðtaka tann veruleika, at tað standa 673 fleiri atkvøður aftanfyri teir 16 tinglimirnar hjá andstøðuni, so her haltar javnleikurin nakað.
Øll siga at veljarin hevur altíð rætt, og hvat segði veljarin ?
15.605 søgdu NEI til samgonguna hjá løgmanni, meðan 14.932 søgdu JA
Hevur løgmaður givið valjaranum rætt, við at tosa um javnleik millum 15.505 og 14.932 ?
Er løgmaður rætt endurgivin, so ætlar hann í verandi støðu, sum hann sjálvur hevur skipa fyri, at verða sitandi við 16 løgtingslimum. Hann ætlar ikki at halda fram við verandi sjálvstýristilgongd. Sjálvstýri Føroya fólks ætlar hann at parkerað, og hann ætlar ikki at gera nakað við blokkin.
Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin til slíkan politikk?
Mær dámar betur málburðin hjá Høgna Hoydal. Hann sigur at allar hurðar framvegis eru opnar fyri breiðum samstarvi. Hvør er tað sum smekkar hurðina aftur, tá ið Høgni letur hana upp ?
Sambandsflokkurin heldur tað vera skeivt, at steðga sjálvstýristilgongdini. Ì okkara Nýskipanaruppskoti er júst ætlanin at menna sjálvstýristilgongdini, menna okkara sjálvsræði, okkara ávirkan, okkara persónliga frælsi, okkara valmøguleikar og okkara rættindi. Okkara uppskot gevur eisini pláss fyri øllum yvirtøkum, uttan teimum, ið hava við sjálva loysingina at gera.
Er tað ikki nógv betur, at brúka sjálvstýristilgongdina hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, heldur enn at parkera alt í fýra ár???