Tá politikarar og aðrir almennir persónar stríðast um ymiskt í fjølmiðlunum, hendir tað oftari og oftari, at teir leggja eftir navnnevndum embætisfólki, heldur enn at halda seg til politiska stríðsevnið.
Hetta er ein ósiður, og harafturat lítið manssømiligt, tí embætisfólkini fáa ikki vart seg: tá talan er um politisk trætuevni, hava tey aloftast embætisskyldu til at lata vera við at viðgera arbeiði sítt - eitt nú í blaðtjaki.
Harafturat avlagar hetta politiska tjakið, tí at útspilling ? um tað so er tilætlað ella ótilætlað - kemur í staðin fyri at evni verða viðgjørd innihaldsliga.
Halda álop av hesum slagi fram, kann endin verða, at embætisfólk halda seg undan at fáast við evni, um tey vænta at tey blíva politisk trætuevni.
- Tað fer altíð at vera so, at ymsar meiningar eru um tað, sum verður gjørt í fyrisitingini. Hetta er ikki annað enn náttúrligt, og skal fólkaræðið virka, er umráðandi at hesar ymsu meiningar koma væl fram í fjølmiðlunum.
Hetta gerst tó ikki við at loypa evnið um, og leggja eftir navnnevndum embætisfólki í staðin, men við at viðgera málið, og ta viðgerð tað hevur fingið - ikki tey starvsolk, sum arbeiða við málinum.
Avvarandi landsstýrismaður hevur altíð ábyrgdina av tí, sum embætisverkið ger, uttan so at tað sum fram er farið, fær tænastuligar avleiðingar fyri embætisfólkið. Skal nakar nevnast, má tað tí vera avvarandi landsstýrismaður, ella viðkomandi myndugleiki.
At loypa á tey, sum ikki fáa vart seg, tænir ongum endamáli, uttan at vísa øllum sína egnu ómegd.









