Politisk karrusell

Ein av teimum eldru oddafiskunum í føroyskum lands- og kommunalpolitikki, Jógvan við Keldu (F), hevur í bløðunum nú um dagarnar eitt lesarabræv, sum viðger ”almenna

virksemi” og ”illloyalan formann í Norðoyatunnlinum”.

Kjarnin í tí heldur fløkjasligu greinini er tann, at greinskrivarin hevur analyserað fólk, ið hava undirskrivað eitt mótmæli viðvíkjandi Sandoyartunnlinum, at tey, ið liva í einum dunnuhyli, trúgva, at vit fáa eitt betri PISA-úrslit, skúlaverk og heilsuverk, um vit havna fasta sambandinum við Sandoynna, at spurningurin um at fáa meiri pening er ikki til, og tí má arbeiðið á undirvísingarøkinum og heilsuøkinum gerast produktivt og soleiðis fíggja tunnilsgerð, at væl útbúgvið fólk mugu gevast við at seta krøv til tað politiska/fíggjarliga systemið og í staðin fyri meta arbeiði sum eitt kall við fullari ábyrgd, at tey (væl skúlaðu) mugu halda uppat við lønarkrøvum, sum vit 50000 føroyingar ikki hava ráð til at honorera, at Bjarni E. Bjarnason framdi eina skarnsgerð við at undirskriva umrødda mótmæli, og at tað er løgið, um hann (BEB) av hesi orsøk sleppur undan at verða rikin úr starvi.

 

Í fysikktímunum lærdi lærarin okkum, hvussu tvey ella fleiri evni kunnu destillerast, skiljast

sundur, við kóking. Um vit á líknandi hátt destillera greinina hjá nevnda løgtingsmanni, fáa

vit fylgjandi ekstrakt:

 

Meira produktivt arbeiði má gerast á undirvísingarøkinum og í heilsuverkinum fyri at

útvega pening til tunnilsgerð.

 

Væl útbúgvið fólk skal gevast við at seta krøv mótvegist almennum myndugleikum,

men heldur skulu tey kenna arbeiði sum kall við fullari ábyrgd. Tað er avmarkað, hvussu nógva

løn føroyingar hava ráð til at gjalda hesum fólkum.

 

Tað er skarnsgerð at undirskriva mótmæli, og slíkt eigur at verða revsað.

 

Lesarabrævið ber brá av at vera eitt politiskt manifest – Jógvan við Keldu verður um stutta tíð løgtingsmaður emeritus. Óvist hví 2363 ára gamli Herostratos rennur okkum í hug, men tankar ferðast so víða, har er einki landamark. Tað skal tó sigast, at hansara ”berømmilsi” gjørdist ikki ódoyggiligt orsakað av lesarabrøvum.

Og kortini eru teir báðir ikki heilt ólíkir. Uttan tó at gera sammeting skerst ikki burtur, at ein av hugaheimsins n egativu drívkraftum í ævinliga gonguverkinum, perpetuum mobile, er fáfongd og egosentrisma.