Sirkussið um uppskotið til stjórnarskipan fyri Føroyar heldur fram.
Løgtingið var sirkusmanesja fyrr í ár, og nú er stjórnin komin við nýggjum íkasti til sjónleikin.
Høvuðsniðurstøðan í brævinum frá donsku stjórnini til landsstýrið herfyri er: uppskotið til stjórnarskipan stríðir við Grundlógina, og verður tað samtykt í verandi líki, hevur stjórnarskipanin onga lógarkraft. Stjórnaruppskotið kann, heldur stjórnin, síggjast sum byrjanin til loysingina.
Samríkisfólk taka undir
Landsstýrið reageraði í einum tíðindaskrivi, har tað m.a. stendur, at ”ríkisrættarliga støðan skal vera greið”.
Fjølmiðlar bera eisini tíðindi frá landsins hægsta embæti um, at ”eingin orsøk er hjá Lars Løkke ella øðrum dønum at stúra fyri stjórnarskipanaruppskotinum”.
Javel.
Sambandsfólk og samríkisfólk kunnu bert taka undir við hesum sjónarmiðum.
Sjálvandi skal ríkisrættarliga støðan vera greið. Og lógaruppskot úr Føroyum skulu ikki skapa stúran nakrastaðni.
Sjálvskapti veruleikin er bara ein annar.
Konflikt í 11 ár
Fakta er, at stjórnarskipanaruppskotið leggur upp til eina ógreiða ríkisrættarliga støðu.
Tankin um og arbeiðið við stjórnarskipanini varð fyri 11 árum síðani, av fullveldislandsstýrinum, púra tilvitað tveitt inn í politisku skipanina. Endamálið var at skapa eina standandi konflikt í Ríkisfelagsskapinum.
Konfliktin er týðilig, og forvirringurin er totalur. Sjáldan hevur framtíðar ríkisrættarliga støðan sæð ógreiðari út enn júst nú.
Men sjálvandi.
Tinganes fer nú at leggja seg í seðlarnar fyri at greiða ríkisrættarligu fløkjuna. Nógv munnu seta sína vón til, at ein sambandsflokkur og ein samríkisflokkur, ið stjórna landinum, kunnu tryggja, at Føroyar ikki fáa Ríkisfelagsskapin at ridla av óstabiliteti og politiskum ógreidleika.
Álvarsligar avleiðingar
Hetta um, at ”eingin orsøk er hjá Lars Løkke ella øðrum dønum at stúra fyri stjórnarskipanaruppskotinum”, er áhugavert.
Í grundini vendir tað øvugt: tað eru føroyingar, ið hava orsøk at stúra fyri uppskotinum til stjórnarskipan.
Stórur vandi er á ferð, um loysingarkreftirnar vinna, og Løgtingið gongur ímóti Grundlógini.
Loysingin ber automatiskt í sær, at danskur ríkisborgararættur ikki longur verður fyri føroyingar.
Ítøkiliga merkir tað m.a., at:
· Føroyar skulu úr Ríkinum
· Føroyingar fáa ikki longur reytt ES-pass, ið er atgongumerkið til øll rættindi hjá donskum ríkisborgarum
· Við manglandi ES-passinum missa føroyingar lykilin inn í ES, sum teir hava havt, hóast Føroyar eru uttan fyri ES
· Føroyska bankakervið verður loyst úr stabilu skipanini í Ríkinum
· Ongin statstrygd verður fyri uppsparing hjá føroyingum
· Ríkisveitingin fellur burtur
· Útreiðslurnar á fíggjarlógini bólgna, m.a. av manglandi Ríkisveitingini og nýggjum dýrum yvirtøkum
· Hallið á fíggjarlógini økist
· Skuldin hjá landskassanum veksur
· Rentufellan gerst veruleiki
· Tey veiku í Føroyum verða rakt av versnandi vælferð
· Sparingar, brúkaragjøld, afturlatingar og niðurleggingar verða veruleiki
· Almenn størv verða skorin burtur
· Persónsskatturin og partafelagsskatturin hækka
· Livistøðið lækkar
· Rætturin til ókeypis útbúgving í Danmark fellur burtur
· Føroysk lesandi í Danmark missa rætt til SU og SU-lán
· Føroysk lesandi í Danmark missa rætt til nýggja R-frádráttin
· Føroyskt mentan og gransking missa møguleika fyri at fáa fígging úr Ríkinum, sum t.d. Saltsilo-stuðulin og stuðulin til týðandi havgranskingina á Havstovuni
Røðin av avleiðingum endar ikki her. Í hesi grein er bara ikki pláss fyri meira.
Jú, sanniliga stendur nógv upp á spæl í sirkussinum um uppskotið til stjórnarskipan.
Politiska hondgranatin ger stóran skaða, um hon fær loyvi til at sprongjast.
Sjáldan hava so nógv havt so nógv brúk fyri politiskum greidleika frá so fáum sum júst nú.