Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tað er nógv fyri, at bløðini skulu leggja síður til kjak á so lágum støði, sum hetta kjakið um fartelefonir til býráðslimir og deildarleiðarar. Tí harmar tað meg almikið at brúka enn meira pláss til hetta. Men Beate hevur, í onkrum sum líkist politiskari hjartasorg, ført líkt og ólíkt fram, sum eg ikki kann lata standa ósvarað.
Beate tosar um, at býráðslimir fáa fartelefonir. Hetta er ikki so. Eins og býráðslimir læna teldur frá kommununi, so fáa teir nú eisini fartelefonir til láns. Hetta er ikki ein gáva, men eitt neyðugt arbeiðsamboð, sum verður latið til nýtslu. Kommunan brúkti undir síðstu samgongu, sum eg og Beate sótu í, heilt fitt av peningi til eina sms-skipan, sum flytir stórar partar av samskiftinum til sms-boð á fartelefonum. Boð til teirra, sum ikki sita bundin við eina kommunala teldu, verða í løtuni borin um hesa skipan t.d. Starvsfólk, sum arbeiða úti ymsastaðni í kommununi. Skipanin verður nú útbygd til eisini at fevna um fundarboð, avboð og aðrar broytingar.
Um Beate vil tað ella ei, so liva vit í 2005, og fartelefonin og nú eisini farteldan, sum fleiri býráðslimir hava valt, er vorðin gerandiskostur, eitt vanligt arbeiðsamboð og eitt neyðugt samskiftistól. Við fartelefonini ert tú ikki longur bundin av staði og við sms-boðunum heldur ikki av tíð. Tórshavnar kommuna er eitt modernað arbeiðspláss, og hóast ein einstakur býráðslimur ikki vil fylgja við tíðini, kann øll kommunan ikki steðga upp.
Beate sigur, at hon hevur sagt frá, at hon ikki vil hava eina fartelefon. Hetta er partvíst rætt, men hetta var sagt í práti, sum eg fataði meira sum skemt enn álvara. Hon fekk eini skrivlig boð um at koma eftir telefonini, men hon hevur ikki skrivliga sagt nei takk. Tað hevur eingin býráðslimur gjørt, og var tað hetta, eg meinti við í samrøðuni við Dimmalætting.
Eg vóni, at Beate skjótt aftur fer at nýta sína orku upp á konstruktivt býráðsarbeiði, og at hetta lúnuta keglið heldur uppat. Tað tænir ongum endamáli og byggir einki upp, so heldur enn at brúka meira blaðpláss til hetta úttømda pinkuevni, átti hon at brúkt sína tíð til tað, hon er vald til, nevniliga býráðspolitikk, ið røkkur út um fartelefonir og onnur smáting.










