Politisk andstøðufólk tikin í Moskva

Russiska løgreglan hevur tikið minst 50 fólk, sum ætlaðu at skipa fyri einari mótmælisgongu í Moskva í gjár. Millum tey tiknu er tann 82 ára gamla mannarættindastríðskvinnan Ljudmila Aleksejeva, sum fekk Sakharov-heiðurslønina frá ES-tinginum í fjør.

Tíðindastovurnar skriva, at tað vóru umboð fyri ymsar politiskar andstøðufelagsskapir, sum ætlaðu sær at mótmæla, at myndugleikarnir hava skert rættindini hjá fólki at skipa fyri mótmælisgongum. Men løgreglan legði uppí og steðgaði mótmælisroyndini.

-Hetta vísir, at Russland brýtur altjóða mannarættindini og sína egnu grundlóg, sigur russiski Amnesty-formaðurin Sergej Nikitin við tíðindastovuna Interfax.