Politiøkisráðið á vitjan hjá Runavíkar kommunu

Fundur var hildin í gamla býráðssalinum í Saltangará

Borgarstjórin greiddi frá søguni og gongdini hjá kommununi, síðan fundaðust møttu umboðini um mál av felags áhuga. Tá ið nýggja rættargangslógin var sett í gildi í 2021, var Politiøkisráðið sett á stovn at umrøða mál av felags áhuga, eitt nú viðurskifti og virksemi hjá Føroya Politi, gongdina i lógarbrotum og samstarvið millum politi og nærsamfelagið.

 

Í Politiøkisráðnum sita:

 

Michael Boolsen, fúti og formaður.

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur og varaformaður.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu.

Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu.

Gudrun Mortansdóttir Joensen, Løgmálaráðið.

Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið.

Elsa Østergaard, Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

Eftir formliga fundin lá leiðin niðan á Garðar í Søldarfirði, har hjúnini Lenda og Jákup tóku ímóti. Jákup greiddi frá søguni hjá húsinum og síðan var døgverði etin.

 

Politiøkisráðið hevur í minsta lagi fýra fundir árliga.