Politikkurin hjá samgonguni er skaðiligur

Politikkurin hjá sitandi samgongu minnur ikki sørt um politikkin, sum koyrdi okkum á heysin fyri 25 árum síðani, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 Hesin politikkurin er líka skaðiligur í dag, sum hann var, tá ið føroyska samfelagið fór á heysin. Tað er skoðsmálið, vinnupolitikkurin hjá samgonguni fekk á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag hendan dagin.

 

Felgið staðfestur, at ein gagnligur vinnupolitikkur er at leggja umstøðurnar til rættis, so at vinnan kann skapa størst møguligt virði fyri føroyska samfelagið.

 

Tey siga, at fyrsta fortreytin fyri, at nøkur virði eru at býta, er, at virðini yvirhøvur eru skapt frammanundan av fyrstan tíð. Men tíverri tykist tað, sum vit í staðin eru farin at brúka sjálvan vinnupolitikkin sum javningaramboð, sigur felagið. 

 

Dømi um hetta eru menningarkvoturnar, sum verða útlutaðar í hjálp til ávísar partar av landinum. Eitt annað feskt dømi eru treytirnar í alilógini, sum áseta, hvar í landinum fyritøkur skulu leggja síni virki og sítt virksemi. Her hugsa tey um, at tað er ásett við lóg, at tann laksin, Bakkafrost alir í Suðuroy, skal eisini virkast í Suðuroy.

 

– Slík politiska stýring av vinnuligum virksemi, og arbeiðsplássum, minna ikki sørt um tann førda politikkin, sum førdi okkum á ørmundarhús í nítiárunum. Og hesin politikkur er framvegis í dag líka skaðiligur fyri samfelagið, sum hann var tá, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelagið.

 

Arbeiðsgevararnar vísa á, á, at sambært altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og búskaparligari menning, OECD, er besti vinnupolitikkurinat lata kapital og arbeiðsmegi verða brúkt har, tey skapa størst møguligt avkast.

 

Og politisku ynskini um at býta virðini á ein ávísan hátt, eiga ikki at føra til ein øðrvísi vinnupolitikk, halda arbeiðsgevararnir.

 

– Í staðin eigur tað at vera ein burðardyggur skatta- og avgjaldspolitikkur, sum verður brúktur at býta virðini í samfelagnum, tí vinnupolitikkurin má forða fyritøkum at taka rationellar avgerðir fyri sína framleiðslu, sigur Arbeiðsgevarafelagið.