Uttan mun til skrivstovur og alt annað, so snýr málið um uppsøgnina av Tjóðveldinum seg um, at eg sum løgmaður ikki longur havi álit á Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisins. Tá er bert eitt at gera, og tað er at siga samstarvið upp.
Alt samstarv byggir jú í botn og grund á álit millum partar, og er hetta álit ikki til staðar, so ber ikki til at samstarva. Ber ikki til at samstarva, so ber heldur ikki til at fremja úrslit og náa málum.
Sjálvandi kann verða spurt, hví eitt álit fer. Í hesum førinum er talan um, at álitið okkara millum støðugt hevur verið niðurbrotið frá byrjan av í samgonguskeiðnum.
Tað er bara spell, tí eg hevði avgjørt aðrar ætlanir. Eg valdi meira ella minni persónliga at broyta samgongu eftir valið, og er hetta væl besta prógv um, at eg vísti Høgna Hoydal fult álit.
Álitið var har frá byrjan, men er nú burtur.
Fjølmiðlar hava nú í lítla viku gjørt nógv burturúr skrivstovumálinum. Tað kann sjálvandi vera áhugavert og kanska undirhaldandi fyri nøkur. Men vit mugu ikki gloyma burtur í øllum meldrinum, at orsøkin til uppsøgnina var tørvandi álit, har skrivstovan var ein av týðandi brikkunum í spælinum.
Men vil Høgni Hoydal halda lív í skrivstovumálinum, so haldi eg, at hann skal leggja sak ímóti mær ella fáa málið sett á skrá í landsstýrismálanevndini. Tað vil eg faktisk fegin hava av fleiri orsøkum. M.a. tí, at tað hevur staðið á hjá fjølmiðlum og eisini ávísum løgfrøðingum at hava rætta grundarlagið fyri teirra tulkingum.
Eg havi kannað málið hjá mínum løgfrøðiliga ráðgeva, og Høgni Hoydal hevur umbiðið eitt notat frá sínum løgfrøðingi. Ein triði er so frammi í útvarpinum í dag. Hetta hevur neyvan gjørt uppfatanina hjá borgaranum greiðari, kanska tvørturímóti.
Tað er vanlig kent, at tá politiskar grundgevingar tørva, so er rættiliga umráðandi at fáa sett fokus á løgfrøðiligar grundgevingar – flyta málið úr politiska rúminum og inn í formalitetirnar.
Men uttan mun til, hvat hendur í rætti ella hjá einum kanningarstjóra, so broytir tað ikki mína støðu viðvíkjandi álitinum. Málið er av politiskum og ikki formalistiskum slag. Málið snýr seg snøgt sagt um álit.
Hetta er fokið, og tí er Tjóðveldi uppsagt.









