Leif Sørensen, føroyska umboðið í Nordisk Mad er fegin um vitjanina, Føroyar hava havt av norðurlendsku profilunum innan matgerð. Talan er um matambassadørarnar.
- Endiliga standa 10 onnur við skili fyri mati og siga tað sama sum eg. Eg hopi, at vit í minsta lagi eru komin 10 prosent longri nú, sigur Leif Sørensen.
Hinir ambassadørarnir úr norðurlondum vóru ovfarnir av føroyskum mati, men hildu tað samstundis vera ófatiligt, at matstovuvirksemi trívist í landinum, við teimum treytum, matstovurnar mugu arbeiða undir.
Á tiltaki fyri politikarar og journalistar, sum var í kantinuni á Tinganesi í gjár, tóku umboð fyri Nordisk Mad orðið. Har var millum annað sagt, at felagsnevnarin fyri norðurlendskan mat er, at maturin er feskur, reinur og einfaldur. So er upp til kokkarnar at skapa upplivingar, og at tilpassa matin til nýmótans lív. Tað skal vera ein stoltleiki at vísa fram matin, og bonusið er at landið nýtir gott av stóra marknaðarføringsvirðinum.
Men føroysk matstovuvinna hevur nógvar trupulleikar at dragast við, og teir einastu, ið kunnu hjálpa, eru politikarnir.
Vit hava nógvar trupulleikar
Sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum var vertur fyri døgurðan í Kirkjubø, har hann hitti hinar norðurlendsku kokkarnar. Í morgun beyð hann saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum Leif Sørensen til fundar. Har varð prátað um hvat gerast skal fyri at bøta um korini hjá matstovuvinnuni í Føroyum.
- Jóhan Dahl hevur biðið okkum um at gera eitt upplegg við tilmælum um hvat skal gerast. Og har hevur matstovufelagið gjørt eitt upplegg, har vit koma við uppskotum til broyting av fíggjarligum viðurskiftum, broyting í skonkilógini og ymiskt annað, sigur Leif Sørensen.
Millum matambassadørarnar eru ikki minni enn 3-4 sjónvarpskokkar, tveir professarar innan mat, og heimsins bestu í Finnlandi, Álandi og Svøríki. Hesar dagarnar ambassadørarnir hava hitst í Føroyum, hevur føroyski trupulleikin verið umrøddur.
- Vit hava so nógvar trupulleikar. Men ein er at vit ikki keypa føroyskt sjálvi. Í Svøríki er mann farin at fokuserað meir upp á svensku vinnu, og tað skuldu vit eisini gjørt. Við at vit keyptu til dømis lunda, eplir og grønmeti frá veitarum, tryggjaðu vit virksemi so at siga alt árið, sigur Leif Sørensen.
Tað ræsta er ein skattakista
Matur er mentan. Vit skulu duga at útnytta okkara matsið tá ferðafólk koma hendan vegin. Tey koma aftur, tí tey fáa góðar matupplivingar. Tí er tað so umráðandi, at skapa gott grundarlag fyri føroyskari matvøruvinnu.
Lyklaorðið er at vit mugu hava fleiri bein at standa á, og bróta upp úr nýggjum viðvíkjandi føroyskum mati. Norski ambassadørurin var ovurfegin um føroyska matin, og hálovaði ræsta matinum sum eina føroyska skattakistu.
- Vit skulu hava meir stoltleika inn í okkara matsið, og vera errin av okkara egna tilfeingi. Ein klókur maður segði fyri langari tíð síðan: Gev einum kokki alt honum tørvar, og tú skal síggja undurverk. Og tað er nakað um tað. Tað kunnu vit nýta júst nú í hesari støðuni, sigur Leif Sørensen.