Politikkur fyri tey fáu

- Ongantíð hava so mong á tingi, gjørt so nógv fyri so fá í Føroyum, sigur Høgni Hoydal

Formaðurin í Tjóðveldi sigur í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 var lagt fram í morgun, at ongantíð hava so mong á tingi gjørt so nógv fyri so fá í Føroyum.


Hann sigur, at hugsjónarligi munurin millum samgonguna og andstøðuna eru ógvuliga stórir. Eftir hansara tykki førir landsstýrið og samgongan politikk til fræma fyri tey heilt fáu, og ikki fyri fjøldina í landinum.


Hoyr samrøðu Høgna Hoydal um fíggjarlógaruppskotið við at trýsta á pílin undir myndini.