Politikkur er makt

Politikkur er makt. At útinna er at geva øðrum menniskjum rásarúm til sumt og forða teimum í summum

Politikkur er makt. At útinna er at geva øðrum menniskjum rásarúm til sumt og forða teimum í summum.

Góður politikkur er at geva rásarúm fyri góðum verki. Ringur politikkur er at køva gott verk.

Ein treyt fyri góðum verki er viljin og evnini til gott verk. Hetta er persónligt. Ein onnur treyt fyri góðum verki er politiskt rásarúm.

Góður útinnandi politikkur er tí at lata uppgávur í hendurnar á fólki, sum hevur vilja og evni til gott verk. Ringur útinnandi politikkur er lata uppgávur í hendurnar á fólki, sum ikki hevur vilja og evni til gott verk.

Tað er eisini ringur útinnandi politikkur at taka uppgávurnar úr hondunum á fólki, sum hevur vilja og evni til gott verk ? og lata fólki, sum ikki hevur vilja og evni til gott verk, tær upp í hendurnar.

Ein týðandi mátistokkur fyri ein politikkara er tí, hvørjum persónum hann letur uppgávur í hendi ? og hvat hesir persónar standa fyri.

Ein týðandi uppgáva hjá okkum, sum velja ? og harvið útinna politikk, makt ? er tí at meta um politiskt útvaldar persónar.

Skilafólk við vilja og evnum til gott verk ? ella ikki.

Alt gott um stevnuskráir og annað hent. Men góður politikkur gevur rásarúm fyri góðum verki. Ringur politikkur køvir gott verk.


Signar P. Heinesen