-Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Og nú fólkatingsval varð útskrivað, helt eg tað vera ein góðan møguleika at byrja uppá.
-At tað so fyrst er nú, kemur av at pápi mín ikki er uppstillaður hesaferð. Tað hevði ikki verið serliga klókt, um bæði eg og pápi mín stóðu á sama lista til valið, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er valevni fyri javnaðarflokkin til valið í dag.
Hon vónar, at flokkurin fær annað umboðið á danating. Eydnast hetta, so verður tað ein góður møguleiki at verða eitt millumlið í øllum samskiftinum millum landsstýrið og donsku stjórnina.
Elin er kend frá mongum økjum bæði innan ítrótt og nevndararbeiði. Hon er í løtuni forkvinna í Fimleikasambandinum, og er samstundis tann einasta kvinna í tí 15 mans stóru stjórnini í Ítróttarsambandi Føroya.
Onga yvirdosis
Elin er ikki óvon við at lurta eftir og luttaka í politiskum tosi heima við hús. Pápin, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur luttikið í politikki síðani í desember 1972.
-Hóast pápi mín hevur verið virkin í meiri enn 30 ár, so haldi eg tó ikki, at eg havi fingið nakra yvirdosis av politikki heima hjá okkum.
-Men eg mátti tó mangan leggja oyra til viðmerkingar frá øðrum um at pápi mín var við, sigur Elin.
Hesar viðmerkingar komu bæði frá børnum, men eisini frá vaksum fólki. Onkutíð vóru hesar viðmerkingar ikki so stuttligar hjá einum barni at hoyra, og enn minni hjá einum tannáringi. Men hetta hevur kortini ikki tikið áræðið og mótið frá Elini um at fara upp í politikk.
- Eg haldi, at eg eri blivin herdað við árunum, sigur hon.
Enn eru tað fólk, sum koma við viðmerkingum til hennara um eitt og annað mál, sum pápin er við í, og sum kanska ikki fekk tað rætta úrslitið. Nú leggur hon kortini minni í tað: - Eg biði tey bara ringja til rætta viðkomandi. Eg fái so sjálv einki gjørt við tað!
At ávirka viðurskiftini
Elin hevur fyri stuttum hildið sín 39 ára føðingardag, men fyrst nú er hon av álvara farin upp í politikk.
Frá barnaheiminum er hon von við politiskt tos, men so líðandi er vaksin ein áhugi í henni sjálvari, um møguleik at vera við til at ávirka ta politisku gongdina.
- Tað hevur altíð hugtikið meg, at ein gjøgnum politikkin kann vera við til at ávirka viðurskifti í samfelagnum ? ja, at tú gjøgnum títt arbeiði kanst seta títt preg uppá ymisk ting.
-Her sær ein viðurskifti, ið hava mín serliga áhuga. Og her sær ein tað sum virkar, og tað sum ikki virkar. Gjøgnum tað politiska arbeiðið kann ein fara inn og gera forbetringar har tað er neyðugt ? tí í síðsta enda er alt meiri og minni knýtt at játtanini, ið fæst, sigur Elin.
Hon hevur ikki minst sæð hetta, tey átta árini hon var í Barnaverndini í Havn, harav hon tey seinastu fýra árini var forkvinna.
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at hon stillar upp, tí hon hevur áður verið uppstillað til Skúlaráðið í Havn, áðrenn tann skipanin varð broytt.
Úr flokkinum
Eftir býráðsvalið í heyst gjørdist pápi hennara sum kunnugt borgarstjóri í Havn. Hetta hendi ikki uttan umtalu, tí hann í veruleikanum skifti flokk í hesi tíðini ? hann fór úr Sambandsflokkinum og yvir í Javnaðarflokkin.
Og Elin, hon fylgdi í faðirsins fótasporum!
-Hetta hendi tó ikki yvir náttina, men var ein liður í eini prosess eftir seinasta býráðsval, har Sambandsflokkurin koksaði totalt, sigur hon.
Hon heldur, at eftir býráðsvalið hugsaði ein í Sambandsflokkinum alt ov lítið frameftir, og valdi heldur at hanga seg í viðurskifti, sum ikki vóru so viðkomandi.
-Teir fingu møguleika at koma við í samgonguna í býráðnum, hóast teir høvdu stóra afturgongd, og vóru haraftrat bert fáar atkvøður frá at missa ein býráðslim afturat.
-Men hvat hendi? Teir tóku ikki av tilboðnum um samgongu ? og settu seg soleiðis uttanfyri ávirkan á býráðsarbeiðið. Hetta kundi eg illa góðtaka, og gjørdi eisini vrøvl hjá fleiri um hetta, uttan tó at nakað úrslit spurdist burturúr tí. Tað virkaði meiri sum um ein lukkaði av fyri tí, eg kom við, sigur Elin.
Úrslitið av øllum varð so tað, at Heðin Mortensen varð valdur borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin.
Útifryst
Hetta við stríðnum í Havn kom eisini at ávirka álitisstarvið, sum Elin sjálv hevði havt í Barnaverndini tey seinastu átta árini, sum umboð fyri Sambandsflokkin.
Hon hevði brúkt nógva orku og kreftir í hesum arbeiðinum, men nú var arbeiðið hennara altso liðugt í flokkinum.
-Tey ikki so mikið sum kontaktaðu meg, tá nevndirnar skuldu veljast. Eg varð simpelthen útifryst!, sigur hon.
Elin sjálv hevur verið í Sambandsflokkinum, men hon hevur kortini ikki dult fyri, at hon var fyri at føroyingar kundu yvirtaka fleiri málsøki.
Tíðin hevur eisini víst, at broytingar máttu koma í sambandið millum Føroyar og Danmark, og eftir hugsan Elinar, kunnu vit gott fara enn longur á hesi leiðini.
- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk at hanga við, bara fyri at hanga við. Hava vit ráð at yvirtaka, so haldi eg at vit skulu gera tað, sigur hon.
Eftir hennara sannføring hevur Javnaðarflokkurin eina góða stevnuskrá, og sjálv kann hon taka undir við øllum tí, sum stendur har.
Egin rútma
Sum nevnt er hon vaksin upp við politikki, og nú hon er uppstillað, hevur hon fingið mong hent ráðini frá t.d. pápa sínum.
Hann hevur fortalt henni, hvat ein skal hugsa um, hvussu ein skal føra fram síni sjónarmið - og ikki minst, hvussu ein skal føra seg sjálva(n) fram.
-Hetta eru alt góð ráð, sum eg havi brúkt og kann fáa brúk fyri í framtíðini eisini.
-Men eg haldi tó, at tað er viktugt fyri meg at finna mína egnu rútmu í politikki, sigur Elin.
Hon hevur eisini fingið góða hjálp frá systir síni, sum er mediagrafikari, og hevur m.a. sniðgivið heimasíðu hennara.
FAKTA
Navn: Elin Heðinsdóttir Joensen (39 ár)
Gift við Regin Egilsson Joensen
Børn: 3 (18, 12 og 7 ár)
Álitisstørv: Havnar Fimleikafelag 1995-2000; Føroya Fimleikasamband 2000-, formaður; Stjórnarlimur í Ítróttasamband Føroya 2000 -; Nevndarlimur í Havnar Sjúkrakassa;
Umboðsráðslimur í Tryggingarfelagnum Føroyum; Tórshavnar Barnavernd 1997-2005, formaður frá 2000-2005.