Politikkur
Í kvøld, mikukvøldið, og tey næstu trý mikukvøldini verður Café Natúr karmur um politiskar fundir. Tað eru Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag, ið skipa fyri fundunum.
Á fundunum verða ymisk evni tikin upp at venda. Tað verður eitt evni fyri hvønn fundin. Á tí fyrsta fundinum, sum byrjar kl. 20.00, verður evni íbúðarviðurskifti. Hetta er eitt mál, sum hevur fingið rættiliga nógva umrøðu í nógvu greinaskrivingini undan løgtingsvalinum, ikki minst frá teimum ungu valevnunum. Løgtingsvalið er eisini orsøkin til, at Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag hava kastað saman um at gera hetta tiltakið. Annlis Bjarkhamar, fyrireikari og fyrrverandi forkvinna í Unga Tjóðveldinum, sigur, at Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag áður eins og nú arbeiða væl saman.
Komandi trý mikukvøldini verður eisini skipað fyri fundum í Café Natúr. Tá vera evnini í nevndu raðfylgju: Skapandi mentan, ríkisrættarliga støðan og umhvørvi. Tað er einki yvir at dylja, at serliga spurningurin um ríkisrættarligu støðuna er ein spurningur, sum upptekur ung eins og eldri fólk, og hetta kann gerast til heitt kjak.
Fyrireikararnir lova lívligt kjak á fundunum. Fyri at skapa ein stemning og kanska fyri at gera tað minni fremmant, so hava fyrireikararnir valgt at halda fundirnar í Café Natúr.
Fundirnir verða skipaðir á tann hátt, at eitt umboð fyri hvønn flokk, ið er uppstillaður til løgtingsvalið, verður við. Hetta umboðið fær í trimum umførum loyvi til at sleppa framat. Fyrst í tríggjar minuttir, síðani í tveir og tey sleppa at runda av við einum minutti. Ætlanin er síðani, at ein hattur skal ganga runt, har fundarluttakararnir sleppa at seta spurningar. Fyrireikararnir lova harumframt., at áhoyrarnir sleppa til orðanna. Alt í alt er ætlanin at skipa fyri góðum og lívligum kjaki.
Til at halda skil á politikarum og áhoyrarum hava fyrireikararnir fingið hendur á Jón Briani Hvidtfeldt, útvarpsmanni. Hann verður orðstýrari til fundirnar.
Fyrsti fundurin verður sum sagt í kvøld, mikukvøldið, kl. 20.00 á Café Natúr. Øll eru vælkomin.