Hóast danska verjan hevur roynt alt at steðga tí, prentar Politiken í dag bókina »Jæger - i krig med eliten«.
Sambært ovastu leiðsluni í verjuni inniheldur bókin upplýsingar, sum kunnu seta trygdina hjá donsku hermonnunum í Afganistan í vanda. Tí hevur verjan roynt at fáa sett fútabann móti bókini, sum eftir ætlan skal koma út seinni hendan mánaðin. Eisini hava verjumynduleikarnir roynt at leggja hald á tey ummælaraeintøk, sum longu eru send út til miðlarnar.
Blaðstjórin á Politiken, Tøger Seidenfaden, meinar hinvegin ikki, at tað er uppgávan hjá donsku verjuni at gera av, hvørjar bøkur koma út í Danmark, ella hvørjar upplýsingar danska fólkið skal fáa um kríggið í Afganistan.
- Vit hava skrivað um bókina í fleiri dagar, men nú eru nøkur prinsippir komin inn í málið, sum snúgva seg um kunningar - og skrivifrælsi. Tí prenta vit bókina, sigur Tøger Seidenfaden við danskar miðlar.
Avgerðin hjá Politiken setur donsku verjuna í eina sera óhepna støðu, heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.
- Eg dugi illa at síggja, hvussu verjumynduleikarnir nú sleppa undan at taka rættarlig stig móti Poiltiken, segði Engell við sjónvarpsstøðina TV2 í morgun.
Tað er fyrrverandi hermaðurin í danska flogvápninum, Thomas Rathsack, sum hevur skrivað umstríddu bókina.










