Politiken Cup: Støðan eftir hálvrunna kapping

Heili 10 føroyingar luttaka í hesum døgum í siðvandu talvkappingini - tí avgjørt størstu opnu kappingini í Norðurlendskum høpi - Politiken Cup 2008. Eins og í 2007 er luttakaratalið út við 300. Ikki færri enn 280 telvarar sessast dagliga við talvborðini. Av tí sama gerst kappingin nakað heilt serligt. Heimselita, komandi stjørnur og teir sum kanska júst eru byrjaðir at telva luttaka á jøvnum føti.

Hugaligur førningur nú farið verður undir seinnu hálvu av kappingini !

Ikki minst er tað - av álvara - ein frøði, at ungu kreftirnar so staðiliga prógva, at her er grundfesti, sum veruliga kann byggjast á. Fult uppiborin úrtøka. Og tað kundi verið enn fleiri stig um viðrák var røttu løtuna. Og hetta hóast ógvusligan styrkismun, tá sessast verður við talvborðið og fyrsti leikur er fluttur.

Fylgið við á: www.politikencup.dk har talv, støða og ratingkappingarnar eru tøkar.

Skrivað: Jógvan Joensen á www.faroechess.com