Politiken Cup 2008: Føroysk innrás

Sermerkt við opnu kappingini er, at uppí móti 300 telvarar telva í somu kapping - met verður sett ár undan ári. Í 2007 vóru 285 luttakarar. Tað er neyvan ov nógv sagt, at kappingin er eitt slag av ?heimavølli? hjá føroyingum og gjøgnum tíðirnar eru ikki so fá søgulig gjøgnumbrot fingin til høldar. Hvør minnist ikki t.d. brøgdini hjá IM John Arna Nilssen og IM Helga Dam Ziska, sum 14 ára gamalur vann IM-norm í kappingini - og ikki minst, tað feskasta dømi, tá FM Heini Olsen í 2007 vann sín seinna IM-norm, tá hann telvaði eina framúrskarandi kapping ?

Kappingin er ein gyltur møguleiki, hjá - ikki minst - ungu talentum okkara, at tilogna sær altjóða royndir, í einum umhvørvi sum uppá allar mátar er ekseptionelt gott. Ein vavstur av heimselitu, stjørnum og minni royndur telvarum.

Og unglingarnir halda seg ikki aftur í 2008. Sera hugalig luttøka er frá Høgna (11) og Rógva Egilstoft Nielsen (15), úr Sandavági, Hjalta Toftum Jógvanssyni (15), úr Havnini, Ársins Stjørnuskoti 2007/08, unglinga-FM vinnaranum, Herborg Hansen (17), úr Klaksvík og Vagni Dam (16), úr Róki (Sundalagum). Unglingar ávegis, har tað verurliga gerst spennandi.

Saman við Súna Jacobsen, Jens Ole Næsborg, Jógvan Joensen og Torkil Nielsen, er borðreitt við einum toymi, har uttan iva úrslit spyrjast burturúr. Ikki minst tí, at hóast stóra opna kapping, eru samstundis fleiri sera áhugaverdar ?ratingkappingar? í kappingini við góðum virðislønum.

Ein mánað undan kappingarbyrjan, eru 184 telvarar tilmeldaðir - og vónandi eru enn fleiri føroyingar, sum taka av spennandi gylta møguleikanum - skrivar heimasíðan hjá Talvsamband Føroya.