Politikari tikin undir mafia-rannsókn

Italska løgreglan gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá løgreglumenn herjaðu eitt fundarhøli hjá mafiuni á Sisilia

Løgreglan hevði fingið frænir av, at fleiri leiðandi menn í mafiuni á Sisilia skuldu hittast at taka støðu til, hvør skuldi taka við sum leiðari fyri mafiuni í Agrigento-økinum, sum er í útsynningspartinum av oynni.
Júst sum fundarluttakarnir skuldu til at drekka ein skál fyri tí valda, herjaði eitt væl mannað løgreglulið fundarhølið. Úrslitið varð, at 15 lokalir mafialeiðarar vórðu tiknir, teirra millum ein politikari úr stjórnarflokkinum Forza Italia hjá Silvio Berlusconi, forsætisráðharra. Maðurin eitur Giuseppe Nobile og er býráðslimur í einari kommunu á Sisilia.
Millum teir tiknu var eisini ein sonur Salvatore Fragapante, sum verður hildin at vera ein av teimum ovastu leiðarunum í mafiuni á Sisilia.
Leiðarin í teirri serligu mafia-løgregluni á oynni, Pietro Grasso, sigur, at fongurin hjá løgregluni er søguligur.
Eygleiðarar í Rom siga, at tað er ein smeitur fyri Forza Italia og Silvio Berlusconi, at ein av politikarum floksins er tikin og avdúkaður sum mafialeiðari. Berlusconi hevur fleiri ferðir avsannað, at valfelag floksins á Sisilia hevur samband við ta víðagitnu mafiuna á oynni.